Magnus spyr um inntøkur til landskassan frá fiski- og alivinnuni

Magnus Rasmussen,
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Kristinu Háfoss,
landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um
inntøkur
til landskassan frá fiski- og alivinnuni. Svarast skal í seinasta lagi 10
yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn



Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:



1.   
Hvussu stór samlaða
inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan hevur verið í 2016 og 2017 - greinað
á inntøkuslag?



2.   
Hvussu stór samlaða
inntøkan frá alivinnuni til landskassan hevur verið í 2016 og 2017 - greinað á
inntøkuslag?



Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu
grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum. Seinastu árini hevur gingið væl í
fiskivinnuni - serliga hjá uppisjóvarvinnuni. Somuleiðis hevur gingið sera væl
í alivinnuni seinastu árini. Tó skulu vit bert nøkur  ár aftur í tíðina,
tá bæði fiskivinnan og alivinnan høvdu tað sera trupult og illa stóð til.



Sveiggini í hesum báðum vinnum hevur sera stóra ávirkan á
fíggjarligu fortreytirnar í føroyska samfelagnum og eisini hjá landskassanum.



At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum
viðmerkingum, at í januar 2017 setti hann líknandi fyrispurning og fekk tá
samlaðu inntøkur landskassans í báðum vinnunum frá 1997 og fram til og við
2015.



Seinastu tvey árini hava verið hendingarík í báðum hesum
vinnum og er tí áhugavert at frætta, hvussu hetta hevur ávirkað landskassan
fíggjarliga.




Sambandsflokkurin