Magnus spyr Rigmor um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta
ein munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum um
yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót



 



Spurningar til landsstýriskvinnuna:



 



1.   
Hvussu nógvir næmingar
hava tikið hesa yrkisútbúgving síðan byrjan?



 



2.   
Heldur
landsstýriskvinnan, at ein slík útbúgving eigur at vera í Føroyum?



 



3.   
Hevur landsstýriskvinnan
ætlanir um at gera broytingar við hesi yrkisútbúgving?



 



Viðmerkingar



 



Seinastu árin hevur nógv verið tosað
um at menna allar handverkaravinnur í Føroyum, at eggja teim ungu at taka eina
slíka útbúgving og at skapa góðar fortreytir hjá teimum, sum ætla sær
handverkaravegin.



 



Samfelagið hevur sanniliga brúk fyri
handverkarum, og tørvurin og eftirspurningurin eftir handverkarum økist ár fyri
ár - bæði í Føroyum, men eisini í úti í heimi.



 



Nútíðarsamfelagið fær ikki virkað nóg
væl, um ikki hesar ymisku handverkaravinnurnar eru mannaðar við væl lærdum
handverkarum. Seinnu árin er meiri dentur lagdur á at betra um møguleikarnar
hjá teimum, sum velja sær handverkið sum starv, bæði tá hugsað verður um
umstøðurnar hjá lærlingum og eisini hjá teimum, sum taka lærlingar í
læru. 



 



Í 2004 kom ein arbeiðsbólkur, sum var
mannaður við fólki úr Mentamálaránum, vinnuni og Fiskimannafelagunum við einum
áliti um, hvussu ein yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót
kundi verið skipað. Í álitinum verður m.a. skrivað, at tað er ynski hjá vinnuni,
at møguleiki verður fyri at fáa eina handverkaraútbúgving innan trol og nót.
Útbúgvingin kundi verðið skipað sum aðrar yrkisútbúgvingar, og at lærutíðin
kundi hóskandi verið á trolarum, nótabátum og trolvirkjum.



 



Í 2007 var kunngerð lýst  um
yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót, við heimild í
løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998.



 



Sambandsflokkurin