Magnus Rasmussen spyr um útbyggingarætlanina fyri Rásina

Rásin hevur brúk fyri einari útbygging, soleiðis at hetta vælvirkandi eftirskúlatilboð fyri menningartarnað fær teir ynskiligu, góðu og mennandi karmar at virka undir, soleiðis at skúlin verður framtíðartryggjaður. … tað sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Á tingfundinum mikudagin 10. februar, fer løgtingsmaðurin at seta av Jenis av Rana ein munnligan fyrispurning um hesi viðurskifti.

Magnus vil hava at vita, hvussu gongur við útbyggingarætlanini fyri Rásina?

Eisini vil hann hava at vita um útbyggingarætlanin í dag tann sama, sum varð løgd fram í 2018? Og harafturat, hvussu tíðarætlanin sær út?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus, at Rásin er ein tvey ára eftirskúli fyri menningartarnað, ið eru liðug við fólkaskúlan. Eftirskúlin var settur á stovn í 2005 og er staðsettur í Saltangará.

Í nøkur ár hevur ynski verið um at útbygt skúlan, tí tørvur er á útbyggingini. Í september í 2018, t.v.s. fyri hálvtriðja ári síðani vóru lagdar ítøkiligar ætlanir um at útbyggja og víðka hetta vælvirkandi eftirskúlatilboð. Hetta frættu vit m.a. um í tíðindasendingini Degi og viku um sama mundið.

Ætlanin við útbyggingini og víðkanini av hesum vælvirkandi eftirskúlatilboði var m.a. at tvífalda næmingatalið frá 7 upp til 14, og at næmingar síðani verða tiknir inn á skúlan á hvørjum ári. Í dag verða næmingar tiknir inn annaðhvørt ár.

Útbyggingin fer eisini at geva hesum ungu við menningartarni eitt meiri spennandi skúlatilboð, har øktur trivnaður, øktir undirvísingarmøguleikar og øktur dynamikkur, gerast partur av skúlatilboðnum.

Eingin ivi skal vera um, at eg taki fult undir við, at Rásin verður útbygd. Rásin hevur brúk fyri hesi útbygging, soleiðis at hetta vælvirkandi eftirskúlatilboð fyri menningartarnað fær teir ynskiligu, góðu og mennandi karmarnar at virka undir, soleiðis at skúlin verður framtíðartryggjaður.

Eg seti fram hendan fyrispurning, tí nú er rúm tíð fráliðin, síðani boðað varð frá útbyggingarætlanini, og enn er spakin ikki settur í.

Sambandsflokkurin