Magnus Heinason við á Vísindavøkuni 2018

Í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni. Vísindavøkan verður fríggjardagin 28.september í hølinum hjá Fróðskapasetrinum, í Sjóvinnuhúsinum á Vestari Bryggju í Havn, og har fer havrannsóknarskipið eisini at liggja.


Starvsfólk frá Havstovuni verða umborð frá klokkan 9-11, 13-15 og 16-17, og tá er møguleiki fyri at fara rundferð í havrannsóknarskipinum.


 


Harumframt skulu tveir granskarar frá Havstovuni hava framløgur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum og plakatir við granskingarúrslitum verða vístar fram.


 


Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.


 


Skráin