Magnus Heinason kannað æti og havfrøði á Landgrunninum

Seinastu viku í apríl á hvørjum ári ger Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru fiskalarvur frá gýtingini hjá fleiri fiskasløgum í sjónum, og føðiviðurskiftini hjá hesum fiskalarvum hava sum vera man stóran týdning fyri teirra livilíkindi.
 
Gróðurin kom tíðliga í ár, so djóraætið hevur í eina tíð havt nakað av føði til at kunna nørast og vaksa. Fleiri sløg av plantuæti eru á Landgrunninum, og nevnast kann, at tað eina slagið, nevnt Phaeocystis, er sama slag, sum gav nógva skúmið seinasta summar.
 
Av djóraæti kann nevnast, at mest var av landgrunsslagnum Acartia. Hinvegin var sera lítið av vaksnum reyðæti inni á Landgrunninum. Hesi djór eru ikki á Landgrunninum um veturin, men reka inn uttanífrá um várið. Tað reyðætið, sum var, gýtti tó væl, bæði inni á Landgrunninum og eisini uttanfyri.
 
Viðvíkjandi føðiviðurskiftunum hjá fiskalarvum, so tykjast umstøðurnar fyribils at vera í lagi. Landgrunsslagið Acartia er góð føði hjá fiskalarvum ta fyrstu tíðina, meðan tær eru smáar. Hesi viðurskiftini hava verið í lagi síðani 2016.
 
Ein frágreiðing um túrin kann lesast her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2018/FRAG1818.pdf