Magnus Heinason hevur verið sín fyrsta túr í ár, eftir at hava ligið í umleið tríggjar mánaðar í vetur, har ymiskar umvælingar eru gjørdar við skipið.
Fyrsti túrurin í ár var ein standardhydrografi túrur á 89 støðir, har hiti, salt, ilt, ljós, fluorisens og æti verða mátað niður ígjøgnum sjógvin.
Hesir túrar verða gjørdir fýra ferðir um árið, fyri at fylgja við umstøðunum og broytingum í havinum kring Føroyar. Túrarnir eru eisini liður í altjóða granskingarætlan, sum Havstovan er partur av.
Hetta slagið av túrum hava verið gjørdir síðan 1988, tó við smærri broytingum. Í ár hava vit lagt støðirnar inni við land tættari, og lagt nýggjar støðir vestur úr Mykinesi. Hetta er gjørt fyri at fáa meira vitan um broytingarnar inni á Landgrunninum.
Veðrið var nakað ólagaligt hendan túrin, tó vóru allar 89 støðirnar tiknar.