Magnus fingið svar frá Poul um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, um fullan limskap í Norðurlandaráðnum

Í svarinum, dagfest 29. januar 2018, frá Poul Michelsen stendur:

Sitat byrjar: “Ad 1: Hvørjir fyrimuni, vansar og avbjóðingar eru við verandi limaskapi í Norðurlandaráðnum?
Formliga er talan um tveir ymiskar stovnar, Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið, sum tó báðir eru skipaðir við Helsingforssáttmálanum.

Fyrimunir við verandi skipan eru, at vit í ráðnum í praksis - og at síggja til - luttaka á jøvnum føti og hava somu rættindi sum onnur. Hetta er kortini sum partur av danska limaskapinum, og hevur Danmark latið Føroyum og Grønlandi fýra av sínum tingmannaumboðum, tvey til Føroyar og tvey til Grønlands. 

Annars eru vansarnir við verandi skipan serliga tann sannroynd, at Føroyar við henni ikki eru viðurkendar sum eitt norðurlendskt fólk, við egnari mentan, máli og søgu, og tí ikki hava fingið sítt natúrliga pláss í norðurlendsku familjuni, og á jøvnum føti við hini norðurlendsku londini.

Í Ráðharraráðnum hava vit ikki atkvøðurætt, og hóast atkvøðugreiðsla sjáldan kemur fyri, - so hevur føroyska røddin av nevndu orsøk ikki somu tyngd og ávirkan, sum hon kundi havt. 

Okkara støða kann samanberast við eina eygleiðarastøðu. Vit kunnu siga okkara hugsan, men hava ikki atkvøðurætt. 

Tað, at Føroyar ikki hava egnan limaskap og ikki rinda limagjald, kann eisini leggja band á okkum í mun til ynskir og raðfestingar, tá ið norðurlendsku samstarvsráðharrarnir leggja árligu fíggjarætlanina hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. 

Eisini kann verða nevnt, at avgerðir, ið Ráðharraráðið tekur, eru ikki bindandi fyri Føroyar undir verandi skipan á sama hátt sum fyri limalondini. Tó stendur tað okkum frítt at taka undir við avgerðunum innanfyri teir ríkis- og stýriskipanarligu karmar, sum eru galdandi.

Ad 2: Hvat kostar limaskapur okkara í Norðurlandaráðnum um árið, alt íroknað?
Sum nevnt omanfyri, rinda vit ikki limagjald, men bera vit kostnaðin fyri luttøku okkara á fundum í norðurlendska samstarvinum. Hetta er partur av rakstrinum av ráðum og stovnum, so neyv samlað tøl fyri hesum finnast ikki.

Ad 3: Hvørjir fyrimuni, vansar og avbjóðingar eru við fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum?
Fyrimunir við at broyta støðu til fullan limaskap eru, at Føroyar verða viðurkendar sum eitt norðurlendskt land, ið tekur ábyrgd á sama stigi sum okkara grannalond.

Við fullum limaskapi fáa vit møguleika at ávirka samstarvið á munagóðan hátt, og sum sjálvstøðugt limaland fara sjónarmið okkara at hava størri tyngd, enn vit hava undir verandi skipan. 

Annar fyrimunur er, at avgerðir, ið verða tiknar, fara við einum fullum limaskapi at vera bindandi fyri okkum á sama hátt sum fyri hini norðurlondini, eins og fyrimunir, ið samstarvið hevur við sær, eisini fella okkum í lut.

Eg dugi ikki at síggja nakrar vansar við at bøta um okkara støðu á norðurlendska og altjóða pallinum. 

Avbjóðingar í sambandi við fullan limaskap eru serliga av formligum slagi, sí svarið til spurning 5. 

Somuleiðis kann ein møguligur føroyskur formansskapur hava við sær meira praktiskar og fíggjarligar avbjóðingar, sum lýst verður nærri í svarinum til spurning 4.

Ad 4: Hvat kemur fullur limaskapur at kosta føroyska samfelagnum um árið, alt íroknað?
Tá málið var á skrá í 2016 og Uttanlandsnevndin viðmælti landsstýrinum at søkja um fullan limaskap, vóru nakrar fíggjarligar metingar um kostnað: 

Í høvuðsheitum kann staðfestast, at “vanligt” árligt limagjald er uml. 1.3 mió. kr. Sætta hvørt ár (fimta hvørt sum nú er) er formansskapsár í Ráðharraráðnum og forsætisár (præsidentskabsår) í Ráðnum. Útreiðslurnar til hetta eru mettar at verða 1,2 mió. kr. fyri at hava forsetasessin í Ráðnum, og uml. 5 mió. fyri at hava formansskapin í Ráðharraráðnum, grundað á tøl frá íslendsku, donsku og partvís finsku umsitingunum. 

Umsitingarliga verður tørvur á at uppraðfesta arbeiðsmegi til ráðini í sambandi við formansskapsár. Sum fullgildur limur er neyðugt at hava greiðu á øllum málum á norðurlendsku dagsskránni, og til ber ikki at velja sær mál burturúr at arbeiða fyri, á sama hátt sum støðan er í dag. 

Tørvur verður á meira arbeiðsorku í umsitingini hjá samstarvsráðharranum. Í fakráðunum verður helst eisini tørvur á umskipan ella meira arbeiðsorku, soleiðis at ráðini fáa neyðugu førleikarnar at arbeiða við norðurlandamálum. 

Tá formansskapsár er, og í fyrireikingarfasuni í minsta lagi eitt ár frammanundan, verður tørvur á størri arbeiðsorku. Finskar metingar siga, at fyrireikingarárið kostar uml. 1,4 mió. kr. 

Ein onnur avleiðing er, at tá forsætisár er, verður Ársfundur Norðurlandaráðsins hildin í Føroyum. Hetta setur stór logistisk krøv til serliga hotel- og veitingarvinnuna. Mett verður, at tað luttaka umleið 1200 fólk á einum ársfundi. 

Hinvegin hevði eitt tiltak av hesum slagi gjørt, at vit kundu ment okkara førleikar at fyriskipa stórar ráðstevnur, umframt at tað hevði givið hotel- og ferðavinnuni eitt munandi fíggjarligt íkast. 

Á sama hátt er tá formansskapsár er í Ráðharraráðnum. Tá verða allir fundir hildnir í Føroyum. Talan er tó um munandi minni fundir. Útreiðslurnar verða rindaðar av fíggjarkarminum hjá fakráðunum, ið halda fundirnir.

Ad 5: Er møguleiki at fáa fullan limaskap, annaðhvørt í Norðurlandaráðnum ella Ráðharraráðnum, uttan at hava fullan limaskap í báðum?
Skulu Føroyar hava fullan limaskap, verður neyðugt at broyta Helsingforssáttmálan, og hetta er ein av forðingunum í løtuni.

Sáttmálin hevur ongar ásetingar um, hvussu eitt land kann koma upp í samstarvið, og vanliga fatanin er, at sáttmálin má broytast fyri at loyva hesum. Higartil er lítið sum bendir á, at verandi limalond eru sinnað at broyta sáttmálan fyri at Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap. 

Størsta veruliga forðingin fyri sjálvstøðugum limaskapi er tó neyvan Helsingforssáttmálin, men heldur støðan hjá donsku stjórnini um, at danska grundlógin (og uttanríkispolitiska lógin) ikki loyvir sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í stovni ella sáttmálum, har Danmark er limur. 

So leingi danska stjórnin hevur hesa støðu, er ikki sannlíkt, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í norðurlendska samstarvinum. Hvørki í ráðnum ella ráðharraráðnum, og sama um Helsingforssáttmálin verður broyttur ella ikki. 

Ikki minst av hesi orsøk er neyðugt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða skipað av nýggjum, og at vit sleppa úr teimum avmarkingum, sum nú eru fyri hvar og hvussu Føroyar kunnu verða umboðaðar í millumtjóða samstarvi.” Sitat endar.

Magnus Rasmussen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin