MAGNI VIÐ LØKKE: VIT SKULU HAVA UTTANRÍKISPOLITISKT FRÆLSI

Magni Arge og Lars Løkke Rasmussen kjakaðust á DR1 í morgun. Magni nevndi, at Tjóðveldi er til
reiðar at stuðla teirri stjórn, sum vil lata Føroyum suverenitet í
uttanríkispolitikki og handilspolitikki, og mælti til somu skipan millum
Føroyar og Danmark, sum Ísland fekk í 1918.



Lars Løkke Rasmussen viðgekk, at
tvístøður kunnu taka seg upp millum Føroyar og Danmark, tí Danmark er í ES, og
Føroyar eru uttanfyri.  Løkke nevndi makrelstríðið sum dømi um eina tílíka
tvístøðu.



Magni Arge gjørdi greitt, at Tjóðveldi
leggur seg ikki út í intern donsk viðurskifti, men røkir føroysk áhugamál á
fólkatingi – saman við teimum, sum vilja førka Føroyar ímóti
stjórnarskipanarligari sjálvstøðu.



- Vit gjalda 93 prosent av okkara egnu
vælferð í Føroyum, og tað gevur onga meining, at vit skulu liva undir eini
avoldaðari heimastýrislóg og deponera okkara uttanríkispolitiska og
handilspolitiska virksføri í Danmark og ES, segði hann.



Leinkja til
sendingina í fullari longd er her: https://www.dr.dk/radio/p1/slotsholmen/slotsholmen-2019-01-17#!00:00:00



Leinkja til
uppslagið á Facebook við eini styttari versión av sendingini Slotsholmen er
her: https://www.facebook.com/argemagni/videos/333032607307846/