Magni Laksáfoss: Tí fari eg úr Sambandsflokkinum

Seinastu vikurnar havi eg brúkt til at hugsa gjølla um mín egna politiska leiklut og um mína støðu í Sambandsflokkinum.

Eg fór inn aftur í politikk fyri trimum árum síðani fyri at royna at fáa ávirkan á tær stóru nýskipanirnar, sum mugu fremjast í samfelagnum, fiskivinnunýskipan, pensiónsnýskipan og orkunýskipan.

Eg havi tí arbeitt hart fyri at skapa loysnir fyri flokkin, út frá liberalu stevnuskránni, sum Sambandsflokkinum hevur. Serliga havi eg arbeitt fyri at fremja eina skilagóða fiskivinnunýskipan fyri flokkin og fyri samfelagið sum heild. Tíverri má eg bara ásanna at flokkurin ynskti eina aðra kós, tá avtornaði.

Eg má við tíðini staðfesta, at Sambandsflokkurin er vorðin alt meiri konservativur. Lat meg gera púra greitt, at eg respekteri fult út, at flokkurin hevur fullan rætt til at velja ein konservativa politiska kós, men samstundis er hann nú tíverri blivin so konservativur, at eg kenni meg ikki aftur í flokkinum.

Meiri liberalur enn flokkurin
Eg má bara staðfesta, at mín grundhugsjón er meiri liberal enn grundhugsjónin í Sambandsflokkinum, soleiðis sum hann er blivin í dag.

Eg trúgvi, at politikkur ikki eigur at verða bundin niður í gamla vanahugsan, men at tað eigur at vera loyvt at hugsa nýtt, framatlítandi og tíðarhóskandi. Vit mugu í Føroyum skapa okkara egnu loysnir og tora at taka neyðugu avgerðirnar, sum kunnu flyta landið framá.

Við í liberalu hugsanunum um samfelagið hoyrir eisini, at tað má vera upp til familjurnar at hava rætt til at innrætta seg sjálvar og skapa sína egnu tilveru. Tað kann ikki vera rætt at nøkur skulu stýra øðrum og áleggja øðrum sína lívsáskoðan. Fólk mugu hava rætt til at velja sítt egna lív. Hetta má vera galdandi óansæð politiskan lit, trúðaráskoðan ella kynsliga orientering.

Støðufesti og orðhaldni er alneyðugt, eisini í politikki
Politikkur er at berjast fyri sínum sjónarmiðum um hvørja leið samfelagið eigur at fara.

Tað er tí altumráðandi at politikarar eru støðufastir í síni áskoðan og at teir eru álítandi. Ein maður má standa við sítt orð, samstundis sum hann hevur virðing fyri sjónarmiðunum hjá øðrum. Hevur hann givið eitt lyfti ella gjørt eina avtalu, skal hann við stoltleika standa við sítt orð, tola einhvønn ágang, hóast ágangurin kemur úr egnum baklandi, og halda sínar avtalur.

Sjálvt menn, sum eru fundamentalt politiskt ósamdir, mugu kunnu gera avtalur og líta á hvønn annan, at teir standa við sítt orð tá á stendur.

Takk fyri tíðina
Eg vil at enda takka fyri tíðina í Sambandsflokkinum.

Ein tøkk til tingbólkin, skrivstovuna, og baklandið. Serliga vil eg takka teimum í flokkinum, sum eins og eg, hava liberalar áskoðarnir um føroyskan politikk.

Magni Laksáfoss
Leysgangari á tingi