Tíðindaskriv:
Eftir drúgva umhugsan havi eg tikið avgerð um ikki at stilla upp til løgtingsvalið komandi.
Orsøkin er, at eg ynski ikki aftur at vera parlamentariskt grundarlag undir eini politikki, sum hevur við sær eina samfelagsliga kós, ið er so rívandi galin sum hon er í løtuni og fer at vera enn verri í komandi árum.
Høvdu fleiri politikkarar í 1980'unum sett føtur í spenn og noktað blint at fylgt gongdini, høvdu vit uttan iva sloppið undan búskaparkreppuni í 1990'unum, men, eins og í dag, valdu flestu politikkarar tá at ignorera trupulleikarnar og tóku ikki ábyrgd. Á sama hátt meti eg tað í dag vera skyldan hjá einum og hvørjum politikara at rópa varskó og gera alt hvat hann kann fyri at broyta ein gongd sum er galin.
Eg havi nú í fýra ár rópt varskó og tikið mangt takið fyri at støðga gongdini, men millum lítið og einki er hent í mun til ovurhonds stóru trupulleikarnar føroyska samfelagið stendur yvir fyri.
Eins og suðringar í dag taka fyri givið, at fólkatalið minkar á hvørjum ári, og stórt sæð hava givið skarvin yvir, fer alt føroyska samfelagið at fara inn á eina avtoftingarkós, sum er næstan ógjørlig at sleppa burtur úr aftur, tá man fyrst er komin inn í negativa spiralin. Av tí at ein tílík gongd er munandi meiri seiglig í mun til knøppu kreppuna í 90'unum, fara vit eftir hondini at venja okkum við gongdina og taka hana fyri givið. Eftir fáum árum eru vit inni í sama negativa spirali sum Hetland hevur verið í, har fólkatalið minkaði í helvt.
Longu í dag er føroyska livistøðið einans 80 prosent av tí danska. Tá ein føroyingur í Danmark hevur 100 kr. til nýtslu hevur ein føroyingur í Føroyum einans 80 kr. - umframt at kostnaðarstøðið er munandi hægri í Føroyum enn í Danmark. Henda gongdin fer at halda fram og munurin fer at vaksa í komandi árum.
Eg ynski ikki at vera parlamentariskt grundarlag undir slíkari politiskari kós, sum er púra skeiv fyri okkara samfelag, og sum elvir til avtofting av Føroyum.
Eg vil at enda staðfesta, at eg ikki havi annað starv at fara í og havi heldur ongar ætlanir um at fara í annan flokk, so einasta orsøk til at eg ikki stilli upp, er omanfyri nevnda manglandi ábyrgdarkensla í politisku skipanini.
Vinarliga
Magni Laksáfoss