Maðurin tók slaka millión frá mær

Perlur: Hetta sigur kvinnan, sum Oyggjatíðindi viðgjørdi í blaðnum fríggjadagin 3. September 2010. Hóast hon hevði hjúnarsáttmála, og harvið serogn, so hevði maðurin – uttan hennara kunnleika ella góðkenning, kortini lensað kontur hennara fyri sera stórar upphæddir. Kvinnan var tileinkisgjørd og missbrúkt, sum barn. Greinin stóð í Oyggjatíðindum 24. september 2010.


Hetta er ikki bara ein sorgarleikur um mammuna, sum bleiv tileinkisgjørd av manninum, og barnið, sum bleiv misbrúkt av pápanum. ** Hetta er ikki bara um barnið, sum meldaði pápan fyri seksuellan ágang, og sum bleiv tvangsinnlagt fyri at forða barninum, at verða tikið í álvara.


Hetta er ikki bara um tøgnina, barnið møtti frammanfyri elstraráðslimi, tá hon bar sína neyð fram um seksuellan ágang av meinigheitslimum.** Hetta er heldur ikki bara um barnið, sum gjørdist mamma, og nú hevur sama ótta fyri sínum egnu børnum, sum hon sjálv upplivdi í barnaárunum og í uppvøkstrinum.


Hetta er eisini um mannin í gjøgnum 32 ár, ið hon giftist við, og sum psykaði- og tileinkisgjørdi hana, so fólk uttanífrá ikki skuldi taka hana í álvará, bæði sum mamma og sum menniskja. Hetta er um mannin, sum úteftir altíð er tann fitti, tann yvirberandi, ja, tann perfekti maðurin og pápin, men undir hesum søta glasuri hansara er ein heilt onnur verð.


Og hon er døgg og óhugnalig, vissar konan um, og sigur hvussu effektivur maðurin er, tá maðurin hevur sett børnini upp í móti henni.


Í blaðnum 3. September, stóð at lesa, at maðurin hevði áhuga í, at konan ongantíð aftur varð mett eftirfarandi. Hann hevði ov nógv uppá spæl. Hann kundi tryggja, at konan eisini fekk umdømi at vera skitzofren og dement, og tí lítið eftirfarandi:


Hesin pensioneraði yvirlæknin hevði ikki bara hendan fitta og meinagóða mannin, at lurta eftir. Hesin bað eisini yvirlæknan hyggja eftir journalunum, tá kona hansara var 14 ára gomul. Vit minnast, at pápin misbrúkti hana, og seinni útrópti hana narkoman, og tvangsinnlegði hana.


Stóð í blaðnum 3. September 2010.


Hetta er so bakgrundin fyri, hvat seinni hendi í hjúnarlagnum, tí við hesari niðurstøðuni, var konan ikki mett fullfør á arbeiðsmarknaðinum, og als ikki sum mamma, og tí hevði hon heldur ikki atgongd til børnini. Hetta var tó bara til umheimin at skilja.


Sannleikin var ein annar, tí mamman hevði altíð verið um børnini í heiminum. Men fekk hon eina góða pensjón, og tað er hendan pensjónin, maðurin trúliga hevur lensað hana fyri.


Tá ið hjúnar-advokatur hennara í brævi í september 2009, spyr mannin inn til fleiri viðurskiftir, í samband við sepratiónina, og sum seinni førdi til hjúnarskilnað, skrivar advokaturin m.a.:


Á hesi konto sæst, at tygum fleiri ferðir hava tikið út ella flutt rættiliga stórar upphæddir til tygum sjálvs, og fari eg at biðja tygum siga mær, við hvørjari heimild hetta er gjørt, og fáa skjalprógv fyri hesum. Á hesa konto hjá (navn) var tað pensjón hennara frá Almannastovuni flutt, skrivar advokaturin, m.a. til mannin.


Men so svarar maðurin aftur seinast í oktober 2009, at veitingin frá Almannastovuni til konuna kom inn á hennara egnu konto í bankanum. Sostatt var tað bara hon sjálv, ið hevði atgongd til hesa konto. Sum somuleiðis sjálv mátti vera við, tá ið pengar skuldu nýtast til húsarhaldið, skrivar maðurin.


Men, sigur hann eisini: - Hesum vildi konan sleppa undan, tí hon var so illa fyri: - Í fyrstani skrivaði hon undir flytingarbløð, ið vórðu flýggjaði inn til bankan. Men sjálv at skriva undir, var henni sera møtimikið, staðfestir maðurin í brævinum til advokatin hjá konuni.


Hon skrivaði so eina fulltrú, ið varð latin inn til bankan. Fúlltrúin var til mín. Tað er sostatt ikki frá mær, tit skulu biðja um hesa, men frá bankanum, skrivaði maðurin.


Sum eina salutt, sigur maðurin um fulltrúina, at hon er strikað, og tað kann hon bara vera, við fyrst at vera stovnað: - Og hetta verður tað seinasta frá mær um hesa fulltrú: - Hetta gongur mær heilt einfalt ov nær, sigur maðurin.


At tað er rót í viðurskiftunum hjá manninum, sæst av, at umleiði 30 dagar frammanundan, skrivar ein advokatur, hansara vegna, at maðurin ikki vil medvirkað meira í málinum, og tosar um alment skifti í samband við hjúnarskilnaðin!?


Maðurin tók slaka millión frá mær, staðfestir kvinnan, ið sum pensiónistur uttan útgjald, mátti liva av hjálp frá teimum nærmastu.


Greinin byggir á samrøðu. Kvinnan hevur lisið greinina í gjøgnum og góðtikið hana.