Lymfødembólkurin skipar fyri hugnaløtu

Kunnandi hugnaløta í lymfødembólkinum verður 22. mars kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn.
 
Lymfødembólkurin skipar fyri hugnaløtu

Kunnandi hugnaløta í lymfødembólkinum verður 22. mars kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn.
 
Á skránni verður fyrilestur við fysioterapeutunum Agnas Mortensen og Sandra Jovevic. Tær fara at greiða frá tí nýggjasta innan lipp – og lymfødem viðgerð.
 
Tilmelding til hugnaløtuna er á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
 
Í Krabbameinsfelagnum eru fleiri sjálvhjálparbólkar, og nú er ein komin aftrat. Hetta er bólkurin fyri tey, sum hava lipødem og lymfødem. Bólkurin var frammanundan partur av MBF.
 
Endamálið við bólkinum er at stuðla og hjálpa teimum, sum hava lip – og ella lymfødem.
 
Lymfødem er ein varandi sjúka, sum stendst av ov nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum. Hetta vísir seg á tann hátt, at bein og armar hovna. Sjúkan kann raka øll, men oftast kvinnur. Hon kann standast av viðføddum breki, men aloftast av stráluviðgerð og aðrari viðgerð í sambandi við krabbamein.
 
Lipødem er ein arvalig sjúka, sum rakar kvinnur. Sjúkan er knýtt at kvinnuliga kynshormoninum østrogen, sum brýtur út í sambandi við tannárini og eisini barnsburð og skiftisár. Sjúkueyðkennini eru ónormalt nógv feitt í undirhúðini, serliga á undirkroppinum.
 
Tá tú fært staðfest krabbamein ella lip - og lymfødem,  er vanligt at nógvir spurningar koma upp at venda og tørvur á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
 
Royndirnar hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at tað haraftrat hjálpir at hitta onnur í somu støðu. Tí bjóðar felagið einum og hvørjum, sum hevur tørv á tí, at koma í samband við sjálvboðin í Lymfødembólkinum. Bólkurin skipar eisini fyri sosialum tiltøkum, eitt nú hugnaløtum og fyrilestrarkvøldum.
 
Krabbameinsfelagið hevur júst givið út blað í hvørt hús, har allir bólkarnir hjá felagnum verða umrøddir. Aftrat lippødem- og lymfødem-bólkinum eru prostatabólkur, bróstabólkur, móðurmerkjabólkur, foreldrabólkur, undirlívsbólkur og stomibólkur í felagnum.

Nærri kunning og samband við limir í bólkunum fæst við at venda sær til ráðgevingarstovuna hjá Krabbameinsfelagnum tlf. 317959 ella kmf@krabbamein.fo