Lyftisbrot frá Boga Andreasen, býráðslimi fyri Fólkaflokkin

Eg
gjørdist ikki sørt bilsin at lesa í fjølmiðlunum í dag, at liberali og
borgarligi býráðslimurin úr Fólkaflokkinum, Bogi Andreasen meldar alment út,
eitt rungandi nei til ein skattalætta til borgarar í Tórshavnar kommunu - hóast
kommunukassin flýtir yvir av meirinntøkum. Sama útmeldingin er frá hinum
býráðsliminum úr Fólkaflokkinum, Anniku Olsen - ongin skattalætti



 



Henda
útmeldingin kemur, hóast kommunukassin flýtur yvir av pengum, raksturin er
hækkaður og íløgurnar eru ovur stórar.



 



Og
útmeldingin kemur, hóast Búskaparráðið og búskaparserfrøðin, vísir á ein
skattalætta sum ein realistiskan møguleika fyri at stýra kommunubúskapinum í
einari hóskandi javnvág. Inntøkurnar eru met stórar í ár og verða nærum 100
mió. kr. hægri enn ætlað.



 



Og ikki
minst kemur henda útmelding hóast Bogi Andreasen alment gav lyfti í september
2016 um ein skattalætta í Tórshavnar kommunu uppá 2-4%.



 



Sostatt
unna hvørki Bogi ella Annika skattaborgarunum ein part av hesari yvirflóðini av
pengum, sum jú koma frá skattaborgarunum sjálvum.



 



Tað er
onki í vegin fyri, at kommunuskattaprosentið kundi lækka t.d. við 0,25%-0,5% -
spurningurin er um politiskan vilja og hóskandi raðfesting av rakstri og
íløgum.



 



Hví fara
hesi bæði fólkafloksumboðini í móti fakligu tilráðingini hjá búskaparserfrøðini?



 



Hví
fylgja fakligum tilráðingum frá Rambøll og ikki frá Búskaparráðnum?



 



Tað er
alt, sum bendir á, at Fólkaflokkurin í býráðnum, fult og heilt hevur lagt seg
undir skjúrtuvelið hjá Tjóðveldi, sum onki hevur ímóti at oysa pening úr
kommunukassanum.



 



Sloganið
hjá Fólkaflokkinum um, at pengarnir liggja betri í lummanum hjá
skattaborgarnum, sær opinbart ikki út til at galda fyri býráðslimirnar hjá
Fólkaflokkinum



 



Sjálvandi
kann og skal kommunuskatturin lækkast!



 



Annfinn
Brekkstein



býráðslimur fyri
Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu