LV váttaði feil við rokning: Ikki bingo til prestin

Perlur: Í pdf´útgávu okkara,  fríggjadagin, 11. november 2011, skrivaðu vit um, at Landsverk, sum umsitur føroysku prestagarðarnar, hevði tikið feil. Ístaðin fyri at umvæla prestagarðin í Sandagerði, vóru umvælingar farnar fram í einum privathúsum í Hoydølum, sum tað vísti seg, at prestahjúnini áttu. Knappliga upplýsir Landsverk, at talan var ikki um eina umvæling, men um eina rokning, sum var komin skeivt fyri.

Úr arkivinum hjá Oyggjatíðindum, 18. november 2011

Víst var á, at feilurin var avdúkaður av tilvild. Í greinini seinasta fríggjadag, varð víst á, at hóast kona prest hevur leiðarastarv hjá Landsverki, hevði hon tó onki við prestagarðarnar at gera.
Fyri at vita hvussu hetta mál endaði, bað blaðið Landsverk um alment innlit í øll skjøl frá á vári 2008.

Í telduposti til blaðið, skrivar Levi Hentze, fulltrúi og starvsfólkaleiðari, soleiðis:

Vísandi til umbøn tygara frá 10.11.2011 um at fáa alment innlit í ávís skjøl í umrødda máli, verður við hesum sagt frá, at vit nú hava gjøgnumgingið okkara journalir og hava funnið hjáløgdu rokningaravrit, sum øll viðvíkja umvæling av prestagarðinum í Sandagerði. 

Tað eru eingi onnur skjøl í hesum máli, vísir Hentze á, og sigur víðari: 

Vit hava einki skjal funnið viðv. teim privatu húsunum í Hoydølum, sum tygum nevna, og kunnu vit vátta, at vit hava einki havt við nakra umvæling av hesum húsum at gera, sigur fulltrúin. 

Hann vísir víðari á, at tey hava eisini tosað við arkitektin, sum hevur havt ábyrgdina av umvælingini av prestagarðinum í Sandagerði, og kann hann vátta, at hann einki hevur havt við tey privatu húsini at gera. Rokningarnar eru alla góðkendar av honum og leysgivnar av hansara táverandi leiðara. 

Hóast blaðið hevur skrivað, at prestafrúan onki hevði við prestagarðarnar at gera, skrivar Levi Hentze:

Leggjast skal afturat, at Armgarð Elin Steinhólm hevur einki havt við hetta mál at gera, tí hon arbeiðir jú á aðrari deild og hevur gjørt tað alla tíðina. 

Og…

Tó gera hon og maðurin bygningssýn til viðllíkahald av prestagarðinum í Sandagerði á hvørjum ári sambært oyðublaði, sum liggur á heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Hetta áliggur teimum, sum varða av ella búgva í almennu ognum landsins.

Eisini hava vit tosað við fyrrverandi stjóran her á stovninum, Oyvind Brimnes, og kann hann eisini vátta, at hann einki kennir til hetta mál og heldur ikki hevur hoyrt um tað, sigur Levi Hentze, fulltrúi, og starvsfólkaleiðari, at enda.

Tá ið blaðið kavar niður í bunkan av skjølum, finna vit ikki eitt viðkomandi skjal frá á vári 2008. Úr leiðslukunningarskipanini hjá Gjaldstovuni, finna vit bókingar frá 2008, men talan er bara um bókingar  hjá viðvíkjandi Hjalpirót og okkurt annað. Onki frá handverkarum fyri  2008, sum vit bóðu um innlit í.

Vit fáa eina rúgvu av øðrum óviðkomandi skjølum í samband við Hjálpirót, sum hevur gjørt nógv arbeiði við prestagarðin  í Sandagerði. Eisini eru rokningar frá Tryggingini, Auto og onnur óviðkomandi skjøl. Eisini skjøl fyri fíggjarárið 2010.

Hetta er sera beklagiligt. Vit hava tí sent nýggja umbøn til Landsverk:

Vit hava ikki fingið nøktandi innlit, tá rokningarnar frá handverkarum eru frá 2009. 

Eg bað um innlit í rokningar frá á vári 2008.

Eg havi heldur ikki brúk fyri rokningunum frá  Hjálpirót, ella Auto, men bara rokningunum frá handverkarunum. Tað er rættiliga umráðandi fyri at fáa eina rætta mynd av støðuni.

Eisini kundu vit hugsað okkum, at fingið innlit í fund, har   bókhaldarin, og annað starvsfólk, ið var tann, ið ávísti feilin í 2008, vóru á, og um notat frá hesum fundi. Og hvør luttók á fundinum. Oyggjatíðindi hevur nøvnini á hesum fólkum, sum eisini er nevnd yvirfyri Landsverki.

Og so var onkur annar spurningur eisini til Levi Hentze, fulltrúa.

Aftaná hetta teldubræv var tøgn. Blaðið hevur ikki hoyrt aftur frá hesum almenna stovninum síðani hesa eftirlýsing av teimum manglandi 2008 skjølunum.

Men fyribils sigur Landsverk, at tað var ikki bingo til prestin, men tá hava vit heldur ikki fingið innlit í øll skjølini ella notatini.

Meeeennn, so gleppir, tí hósdagin svarar Landsverk aftur: 

Tó kom Esther Joensen, sum er kreditorbókhaldari, til hugs eina rokning í 2008, sum var stílað til prestagarðin í Sandagerði men viðvíkti Oman Hoydalar 29, sí hjálagda avrit. 

Men sigur, Levi Hentze, fulltrúi, at henda rokning var tá beinanvegin latin rætta viðkomandi, og var tí ikki goldin av Landsverki, og tí sæst hon heldur ikki í kontoavritinum fyri 2008. Eisini var sama dag sagt P/F Mariu Poulsen frá, at henda rokning var send skeivt.

Hugsast kundi at avritið av rokningini var lagt í skjalagoymslu okkara, og var tí í morgun farið at leita í skjalagoymsluni, sum ikki er í hesum bygninginum á Tinghúsvegnum, í innkomnum rokningum í 2008, og funnu vit hjálagda avrit av nevndu rokning, hará 24/1 2008 var skrivað við penni, hvussu hon var avgreidd, vísir fulltrúin á.

Frá at hava lagt høvdið á blokkin, og sagt: … at vit hava einki skjal funnið viðv. teim privatu húsunum í Hoydølum, sum tygum nevna, og kunnu vit vátta, at vit hava einki havt við nakra umvæling av hesum húsum at gera. Hesi boðini komu í teldubrævi, mikudagin 16.11.2011, kl. 13:07.

Men aftaná okkara áminning sama dag, komu boð frá stovninum, hósdagin 17.11. kl 13:32. Nú fann stovnurin kortini okkurt, sum ikki var, sum tað skuldi. Ein persónlig rokning – ikki stór: Rokningin er stýla til Prestagarðin í Sandagerði, Landsarkitekturin, Box 78, 110 Tórshavn. 

Á somu rokning stendur, at hon er umbiðin av Sjúrður Arbjarnarson, og undir viðmerking stendur so: Oman Hoydal 29. Hesin sami persónurin býr á hesi adressuni í dag, sambært telefonlistanum hjá Føroya Tele.

Hetta er so einasta rokning, Landsverk knappliga sigur seg kunna finna um hesi privathúsini Oman Hoydalar 29, men ongin frágreiðing er um, hví hesin feilurin, ið ikki sýnist so upplagdur sambært fakturanum, kortini er gjørdur.

Og hvat var tað, Landsverk, upplýsti, tá vit fyrstu ferð vendu okkum til stovnin: Vit hava einki skjal funnið viðv. teim privatu húsunum í Hoydølum, sum tygum nevna, og kunnu vit vátta, at vit hava einki havt við nakra umvæling av hesum húsum at gera.

Landsverk segði seg eisini hava verið hjá eftirlitinum, sjálvum, sum hevði bedýrað, at ongin rokning var um hesi húsini. Vit geva Landsverki orðið aftur:  Vit hava eisini tosað við arkitektin, sum hevur havt ábyrgdina av umvælingini av prestagarðinum í Sandagerði, og kann hann vátta, at hann einki hevur havt við tey privatu húsini at gera. Rokningarnar eru allar góðkendar av honum og leysgivnar av hansara táverandi leiðara.

Vit vita, at hendan rokningin var stýlað til Prestagarðin í Sandagerði, og sama Landsarkitekt, sum bara ikki finnur feilin, tí Landsverk skrivar eisini: Tó kom Esther Joensen, sum er kreditorbókhaldari, til hugs eina rokning í 2008, sum var stílað til prestagarðin í Sandagerði men viðvíkti Oman Hoydalar 29…

Uppps!!

Landsverk váttar feilin, men talan var ikki um bingo til prest, ella…