Luther í kirkjubio í Norðstreymoy

Hildið verður fram við tiltakinum “Kirkjubio” í Norðstreymoyar prestagjaldi. Tvær sýningar hava verið frammanundan. Hin fyrsta í Vestmanna kirkju og hin næsta í Kvívíkar kirkju. Næsta tiltakið verður í missiónshúsinum í Hvalvík mánakvøldið 12. mars kl. 19.30. Tá verður filmurin “Luther” frá 2003 sýndur.


Áðrenn filmurin byrjar, hevur Bergtórur Bjarkhamar, prestur, fyrilestur um filmin, verður sagt í tíðindaskrivi frá prestunum í Norðstreymoyar prestagjaldi. Filmurin er søgan um tann unga Martin Luther, ið kemur at standa á odda fyri kristnu trúbótini.


Vit fylgja Lutheri frá tí, at hann ger eið um at vera munkur, og inntil hann verður ákærdur fyri ranglæru av bæði kirkju- og samfelagsmyndugleikunum.. Eftir hetta gjørdist aðalmál Luthers at fáa Bíbliuna týdda úr frummálunum og útgivna, so at eisini vanligi borgarin kundi fáa innlit í teir bíbilsku tekstirnar.


Hetta er søgan um mannin, ið stríddist fyri at leiða kirkjuna fram á eitt vegamót við slagorðinum “Rættvísgering av trúgv!


Kelda: www.trubodin.fo