Skriv viðvíkjandi innliti í fundarfrágreiðing
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um, at Fíggjarmálaráðið ikki vildi lata alment innlit í eina fundarfrágreiðing frá fundi millum stjóran á Landsverki og landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Tann 9. september 2021 tók Fíggjarmálaráðið avgerð um ikki at ganga umbønini um alment innlit á møti og vísti í hesum sambandi á, at talan var um eitt innanhýsis arbeiðsskjal, ið var gjørt til egna nýtslu hjá ráðnum og tískil ikki fevnt av rættinum til alment innlit. Harafturat upplýsti Fíggjarmálaráðið fyri umboðsmanninum, at fundarfrágreiðingin ikki varð send øðrum uttanfyri ráðið.
Eftir at hava lisið umrøddu fundarfrágreiðinga, tók umboðsmaðurin undir við grundgevingini hjá Fíggjarmálaráðnum um at nokta fyri almennum innliti í hana. Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at fundarfrágreiðingin innihelt upplýsingar um veruligar umstøður, ið alment innlit hóast alt kundi verið latið í sambært § 11, stk. 1 í innlitslógini.
Sambært § 4, stk. 1, 2. pkt í innlitslógini kann ein myndugleiki loyva skjalainnliti í størri mun, enn lógin ásetir, um ikki annað fylgir av reglunum um tagnarskyldu v.m. Hetta merkir, at hóast eitt mál, skjøl ella upplýsingar sambært innlitslógini eru undantikin frá rættinum til innlit, so kann myndugleikin eftir umstøðunum gera av at veita innlit í hesi. Hetta kallast eisini meginreglan um meirinnlit.
Í teimum skjølum, ið umboðsmaðurin fekk í sambandi við klagumálsviðgerðina, var onki, ið vísti, at Fíggjarmálaráðið hevði umhugsað og tikið støðu til spurningin um meirinnlit. Umboðsmaðurin metti, at slík umhugsan og støðutakan, í øllum førum átti at verið fráboðað klagaranum.
Umboðsmaðurin bað tískil Fíggjarmálaráðið um at viðgera spurningin um meirinnlit í fundarfrágreiðingina og geva klagaranum eitt grundað svar um hetta.
Umboðsmaðurin gjørdi eisini vart við, at í sambandi við klagumálsviðgerðina, var ógreitt á hvønn hátt fundarfrágreiðingin var skjalførd í Fíggjarmálaráðnum. Umboðsmaðurin bað tískil Fíggjarmálaráðið um at greiða frá, hvussu ráðið hevði skjalført fundarfrágreiðingina og vísa á mannagongdina, ið Fíggjarmálaráðið nýtur í sambandi við skjalføring.
Tann 22. oktober 2021 fekk umboðsmaðurin eina frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum, ið vísti á hvønn hátt fundarfrágreiðingin var skjalførd. Fíggjarmálaráðið gav umboðsmanninum eitt avrit av mannagongdini, ið ráðið nýtir í sambandi við skjalføring.
Tann 28. oktober 2021 fekk umboðsmaðurin avrit av skrivi, ið var sent klagaranum sama dag um spurningin um meirinlit og grundgeving fyri at sýta fyri hesum.
Umboðsmaðurin tók hetta hetta til eftirtektar og gjørdi ikki meira við málið (LUM 21/17960).