Luktar illa: Løggan fiskar

Hjá løgregluni eru tey ikki serliga professionell. Tað var heilt greitt í gjárkvøldið, at ábendingarnar um, at tann skuldsetti kundi setast í samband við drápið av Pidda, eru sera grunnar, og tí gav dómarin bara loyvi til at varðhaldsfongsla serban í 14 dagar. Tað er í sjálvum sær sera óvanligt í einari sokallaðari drápssak. Og uppaftur meira undrunarvert við ongum líki.


Fleiri spyrja hvussu nógv skal til fyri at fáa ein persón varðhaldsfongslaðan. Við hvørt skal onki til. Bara ein snøgg lygn, ella báðar tvær. Tað er heldur onki at ivast í, at dómsvaldið eigur at hugsa seg væl um í einum slíkum máli, tá hugsað verður um hvat løgreglan er komin við frammanundan, og sum vísti seg onki hald var í.


Vit kunnu minna á, at tað eydnaðist ákæruvaldinum at varðhaldsfongsla Jóannes í Dali, í tríggjar mánaðir. Hetta eydnaðist hóast motivi var hevnd, tí maðurin hevði video-avdúka løgregluna fyri at planta følsk prógv í móti honum í aðrari sak.


Í einari húsarannsókn vóru ymiskir lutir funnir - byrsur, leikuvápn, okkurt slag av hvítum pulvuri, og so var Jóannes í Dali, knaplliga útróptur til potentiellur bumbumaður, og settur í bás við ein veruligan bumbumann, sum fekk dóm í Danmark, og tí kundi hann varðhaldsfongslast.


Hetta hendir uttan skuggi av prógvum vórðu løgd fram, sum undirbygdu villu pástandirnar.


Hann var enntá so vandamikil, at mentalkanning varð kravd, metti løggan. Men tá óheft kriminalfólk í Danmark høvdu kannað málið, vísti tað seg, at løgreglan onki hevði at halda um, og maðurin mátti tí latast leysur aftur í skundi frá Venstre fængsel.


Fyri at seta perspektiv á, so bleiv serbin grundlógaravhoyrdur fyri afturlatnum hurðum, meðan Jóannes í Dali, varð varhaldsfongslaður fyri dupult afturlatnum hurðum. Men niðurstøðan hjá óheftu donsku løgregluni var greið:


Der er intet fundet af relevants for sagen.


Eitt annað mál, sum er ógvuliga fekst, er maðurin, sum sat fimm mánaðir í varðhaldsfongsli fyri at hava neyðtikið kvinnu av øðrum etniskum uppruna. Hann kundi dømast í Føroya rætti tí dómarin noktaði fyri, at vitnini áttu at hoyrast, sum í sjálvum sær er óvanligt. Hóast maðurin ongantíð átti at verið ákærdur um løgreglan hevði gjørt sítt arbeiði til lítar, so fóru tey svørtu skinklandi í gjøgnum skipanina við manninum.


Við einum donskum verjuadvokatu, eydnaðist tað at pilka kvinnuna, og sokallaðu prógvini hjá ákæruvaldinum niður, so skipanin stóð, sum kongurin uttan klæir. Hesar sakir kunnu vera orsøk til, at dómsvaldið er sera ivasamt um grundarlagið hjá ákæruvaldinum, og vil treyðugt gera tað til ein vana, at lurta eftir løgregluni uttan fyrst at krevja haldgóðar grundgevingar og prógv.


Nakað annað, sum hevur undrað almikið er, at dómsvaldið ikki hevur tikið støðu til, at maðurin ikki er settur fyri ein dómara innanfyri teir í lógini kravdu 24 tímarnar. Ganga meira enn 24 tímar, áðrenn dómari kemur upp í leikin, hevur maðurin rætt til at latast leysur.


Í hesum førinum hevur serbin, sambært sínum egna advokati, sagt, at hann var hildin aftur av løgregluni í meira enn hesar 24 tímarnar. Tað, sum vittuliga kann undra er, at advokaturin ikki krevur hesar umstøður royndar beinanvegin.


Tað er eisini heilt skilligt. Løgreglan fiskar.