Loysir seg ikki at gera tunnil til Gjáar

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður hevur svara einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tunli til Gjáar.


«Tað er ikki möguligt at spara ílöguna í ein tunnil innaftur.» Tað er greiða niðurstøðan í svarinum frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, til Helga Abrahamsen, løgtingsmann, viðvíkjandi kostnaðinum av einum tunli til Gjáar.


Helgi Abrahamsen spurdi landsstýrismannin, hvussu nógv tað kostar árliga at rudda Gjáarvegin fyri kava, hvussu nógv ein tunnil til Gjáar kostar, og hvussu nógv ár tað tekur at spara ílöguna í ein tunnil innaftur við lækkaðum rakstrarútreiðslum?


Tunnilin kostar í minsta lagið 80 mió. krónur netto


Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at mett verður, at seinastu 5 árini eru umleið 400.000 kr. brúktar árliga til at rudda teinin Funningur – Gjógv fyri kava.


Ein tunnil til Gjáar verður mettur at kosta 115 – 150 mió. krónur (alt eftir hvørja loysn ein velur), men frá hesum tali skulu trekkjast 30 – 35 mió. krónur, sum ein dagføring av verandi vegi verður mett at kosta. Nettokostnaðurin av bíligastu tunnilsloysnini verður sostatt einar 80 mió. krónur, sigur landsstýrismaðurin.


Tunnilin er dýrari at reka enn vegurin** Umframt hetta, so vísir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður á, at tunnlar eru ikki ókeypis í raksturi. «Tað er munandi dýrari at reka ein tunnil enn ein veg,» sigur hann. Eisini minnir landsstýrismaðurin á, at umframt dagliga raksturin av tunlinum er neyðugt 20. hvört ár at dagföra tunnilin, og hetta kostar um¬leið helvtina av tí krónutali, ið tunnilin upprunaliga kostaði at gera.


Kavaruddingin hvørvur heldur ikki: «Hóast tunnil verður gjördur, er framhaldandi neyðugt at rudda vegirnar uttanfyri tunnilin fyri kava. Tessvegna kemur ein tunnil ikki at spara allan kostnaðin av at grava kava á farleiðini til Gjáar,» sigur Kári P. Højgaard. Niðurstøða hansara er tí, at tað er ikki möguligt at spara ílöguna í ein tunnil innaftur við lækkaðum rakstrarútreiðslum.