Ein fyrrverandi B-fíggjarmálaráðharri, sum trúi meir á Íslandsbløðruna enn blokkin, førdi fram í SVF 20. oktober at vit kunnu keypa hvar sum helst í heiminum, og ikki einans úr Danmark, har alt er dýrast.
Á ein hátt hevur hann helst rætt. Men tað hann ikki segði er at tað sum tá hendir er at danskir millumagentar altíð koma í millum tá vit keypa aðrastaðni, og vinna kanska eini 30 prosent av tí.
30 prosent av 5 miljardum er eini 1500 miljónir ella á leið 2,5 ferðir blokkin, sum jú er einasta mantraði hjá sambandinum.
Og hví koma danskir millummenn ímillum?
Jú tað er tí at WTO- World Trade Organization- sum ræður á øllum altjóða handilsskapi, hevur gjørt av at einans er loyvt at hava ein høvuðsumboðsmann í hvørjum ríki. Í okkara føri er tað Danmark.
Tí kann Føroyar vinna væl av peningi tá vit loysa.
Umframt nógv annað.
Vit hava lægsta framleiðsluvirði her á leið.
Verðins hægstu príslegu o.s.fr.
Blokkurin skaðar. Hann er deyðans stuðul.
Spyrji bara nasjonaløkonomar.
Fyri ikki at tala um demokrati, sum vit als ikki hava men spæla.
Hanus Vang, veljari