Sálarliga arbeiðsumhvørvið og starvsfólkatrivnaður skulu raðfestast í einum komandi samgonguskjali. Eisini skal Arbeiðseftirlitið hava eina meirjáttan, so at tað kann hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Hetta varð niðurlagið hjá flestu flokkum í politiskum kjaki, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri á Rás 2 hósdagin
Allir
politisku flokkarnir vilja raðfesta trivna og arbeiðsumhvørvi hægri í komandi
samgongu. Hetta kom fram í sendingin Fakfelagssamstarvið skipaði fyri á Rás 2
mikudagin 26. august.
Kanningar,
sum fakfeløgini hava latið gjørt staðfesta, at strong er eitt minst líka stórt
vandamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum sum aðrastaðni, samstundis sum altjóða
kanningar vísa, at strong er um at gerast stórsta fólkasjúka í heiminum.
Samstundis
hevur Arbeiðseftirlitið boðað frá, at tað hevur ikki manning, at taka sær av
sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og at tað krevst ein meirjáttan til tvey
starvsfólk til hetta endamál.
Í samgonguskjalið
Krøv um effektivitet
og rasjonalisering av almenna sektorinum hava verið raðfest í samgonguskjalinum
hjá undanfarnu samgongu. Men sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur ikki verið nevnt.
Í kjakinum
vístu nógvir flokkar á, at trupulleikarnir mugu loysast úti á arbeiðsplássunum,
men flestallir flokkar ásannaðu eisini, at hetta mál er so áleikandi, at tað
eigur at verða raðfest á hægsta politiska stigi – og eigur at síggjast aftur í
einum komandi samgonguskjali.
Beinleiðis
spurd, hvørt ein skal rokna við at
trivnaður og arbeiðsumhvørvi eru við í komandi samgonguskjalinum, svaraðu allir
politisku flokkarnir ja ella sera jaliga. Ymsu umboðini fyri flokkarnar søgdu:
Maud Wang Hansen, Tjóðveldi – “ja, tað er alneyðugt at síggja tað í einum
samgonguskjali.”
Anfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin – “Arbeiðsumstøðurnar mugu kunna passa til
familjulívið í 2015... vit fara ikki at lova gull og grønar skógir, men er tað
neyðugt, so fara vit at raðfesta tað, og tað er neyðugt at raðfesta.”
Annika Olsen, Fólkaflokkurin – “Ja, eg haldi avgjørt at okur skulu hava eitt
vakið eyga við at trivnaðurin verður so góður sum til ber.”
Hanna Jensen, Framsókn – “Ja, tað er púra vist. Vit ... vilja inn í samstarv
við arbeiðsmarknaðin at byggja nakað upp, sum tænir tá tað gongur illa.”
Frank Jacobsen, Miðflokkurin – “Vit mugu altíð prioritera menniskja fram um
pengar. Er tað neyðugt at brúka pengar til tað, so ger ein tað.”
Kristianna Winther Poulsen – “Ja, í okkara valskrá eru vit greið, álit fram um
eftirlit. Einki er so stressandi sum at fólk anda teg í nakkan og hava eftirlit
við hvørjum stigi tú tekur.”
Bjørn á Heygum umboðandi Nýtt Sjálvstýri varð tíverri ikki spurdur beinleiðis,
men segði seinni í sendingini: “Prinsipielt og í útgangspunktinum - tað er
altíð ein góð íløga at brúka pengar til trivna.”
Raðfesta Arbeiðseftirlitið
Allir politisku flokkarnir vilja, ella eru sera jaligir, tá um ræður at
tryggja, at Arbeiðseftirlitið fær sett tvey fólk í starv, at vara av sálarliga
arbeiðsumhvørvinum.