Løtan er komin at leggja brennistøðirnar saman

Tað er IKKI skynsamt at hava fleiri brennistøðir í Føroyum.

Nú hevur verið eitt drúgt kjak í Føroyum og uttanlands, at vit eiga fara væl um og verða grønari. Kjakið er drúgt og til tíðir so djúpt, at tann vanligi borgarin ikki grynnir í øllum argumentunum, sum flúgva eins og patrónir um oyrini á okkum. 

Onkuntíð hugsi eg, at summi vita og summi gita, men eitt er púra greitt, og tað er, at vit sum einstaklingar og sum tjóð kunnu blíva betri. 

Altíð er gott at hyggja við so breiðum spektrum sum gjørligt. Ofta verða vit samanborin við ræðumyndir úr samfeløgum, har áir eru undir í ruski, plasti og øðrum lorti, har fólk og fæ svimja mestsum í einum órøktum samfelagi. Okkara samfelag er sera framkomið við burturkasti, hóast vit kunnu gera tað nógv betur. Vit brenna í hita, sum ger, at tað dálkar minst møguligt, vit flokka og skipa ruski, vit endurnýta og nógv annað gott. Eitt framkomið samfelag, tori eg at siga.

Vit kunnu altíð gerast betri. Hvar kunnu vit menna okkum?
Mín sannføring er, at vit eiga at endurskoða okkara skipan av burturkasti. Í fyrstu atløgu eiga vit at sameina báðar brennistøðirnar í eina størri, framkomnari støð. Í løtuni hava vit enntá verið úti fyri, her kundi tú kanska skriva - ikki altíð draga somu línu - og tað má heldur ikki koma fyri. Brennistøðin skal rigga nógv betur, enn hon ger í dag, hetta tí, at tekniski krøvini, krevja ein serførleika. Tað mest umráðandi er at hava eina so framkomna støð sum gjørligt. 

Vónandi verður koyrandi til 95 procent av Føroya fólki innan 10 ár. Hetta eigur tí at vera ein sjálvfylgja, at vit gera éina brennistøð. 

Eg haldi eisini, at vit skulu endurskoða alt tað, sum kemur undir skiljing og endurnýtslu. Vit liva í einari sokallari keyp-og-tveit-burt mentan, sum er alt annað enn grøn loysn. Í hesum spurningum eru tað eldra ættarliðið fyrimyndarligt viðvíkjandi matoyðsli, endurnýtslu og skiljing. Við teimum sum fyrimynd eiga vit at skerpa okkara hugburð til rusk, so vit ikki tveita alt yvir til grannan, so skjótt vit ikki ynskja tað í okkara garði, kundi eg sagt í fluttari merking. 

Spurningurin um burturkast er ómetaliga stórur og torførur at svara uppá. Men tað eg haldi er mest umráðandi nú er, at vit sum einstaklingar í eini lítlari tjóð eiga at brýna okkara tilvit, tí eg giti, at um vit eru líkasæl, dálka vit enn meir. 

Okkum dámar væl at spegla okkum við okkara grannalondum, so er tað IKKI skynsamt at hava meir enn eina brennistøð til bara 52.000 fólk, sum svarar til eina lítla kommunu aðrastaðni.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin