Úr arkivinum: Hóast løgreglan váttar at hava funnið DNA frá persóni, sum legði telefonina í kjallaran hjá kroatanum, og at talan ikki er um DNA frá ákærda, vil løgreglan ikki upplýsa hvør eigur slóðina.
Tann 9. Novembur 2011, er ein serligur dagur hjá telefonini hjá Pidda.
Tá verður hon tendrað kl. 13.14, og ákærarin fortelur, at løgreglan kann staðfesta, at telefonin er á somu mastur, sum telefonina hjá ákærda.
Frá Kl. 13.16 til kl. 13.33 (í 17 minuttir) ringir ein persónur 28 ferðir til telefonina, og letur telefonina ”ringja út” 2 ferðir, men avbrýtur sjálvur áðrenn 26 ferðir.
Síðani verður sløkt fyri telefoninu hjá Pidda.
Men hon verður tó tendrað aftur kl. 14.05: (32 minuttir seinni), men so ”doyr” telefonin knappliga, og sum løgreglan upplýsir, antin tí, at battaríið verður úrtikið ella tí telefonin verður knúst.
Sjálvsagt veit politiið úr hvørjum mastri telefonin hevði samband, og tí er tað átrokandi neyðugt at vita, um telefonin hjá ákærda tá eisini hevði samband við somu mastur – soleiðis, at tann ákærdi kan ”linkast” til ta hendingina , tá battaríðið verður úrtikið, ella telefonin verður knúst, men hesar upplýsingar vóru ikki givnar rættinum.
Nú vita vit, at telefonin ikki fór í knús, so tað vil siga, at battaríðið hevur verið úrtikið og síðani sett í aftur uttan at telefonin hevur verðið tendrað aftaná.
Hugsandi er, at tann, sum legði telefonin upp undir kjallaraloftið hjá skuldsetta, var júst úti fyri somu hending, sum hendi tann 02.02.2012 tá telefonin datt niður undan loftinum og fór í 3, og at viðkomandi síðani hevur sett telefonina saman aftur, og lagt hana longur inn í isoleringina, soleiðis, at hon ikke skuldi detta so lætt út aftur eina aðru ferð.
Í rættinum hevur løgreglan greitt frá, at leitað var væl og virðiliga, og at einki DNA hjá ákærda varð funnið á battarínum ella á øðrum lutum innan í telefonini, so tað útilokar, at tað kann vera ákærdi sum hevur ”reparerað” telefonina og lagt hana upp aftur í isoleringina.
Tað er eisini átaluvert at løgreglan í hesum føri ikki fortelur úr hvørjuari mastur, telefonin hjá ákærda hevði samband við, men orsøkin kann vera, at hann tá var farin til Runavíkar, og so hevur onkur annar nýtt sær høvi at ”planta” telefonina heima hjá ákærda.
Tað kundi vera sera áhugavert at kanna um DNA’ið hjá tí persóninum sum fyrr eisini var høvuðsmistonktur, var at finna á battarínum á hesari telefonina ella ikki, men eitt er vist, at tann persónurin, sum slerdi Pidda fyri pannuna hevur avsett sítt DNA á battarínum.
Ankl.: 02.02.2012: politiet finder Piddis telefon i Milans hus i Nes.
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.