Løgreglan gjørdi fleiri brølarar í Pidda-málinum: Tryggjaði als ikki prógvini í húsinum

Oyggjatíðindi hevur fingið samband við sentrala keldu, sum bæði kendi Pidda, fyrrverandi konuna, og hevur eisini síðani drápið verið í húsinum og gjørt eygleiðingar. Hansara eygleiðingar kunnu skelka, tí keldan sigur, at Piddi hevur barst við mordaran í sovikamarinum, men at drápið sannlíkt er framt í wc-rúminum í niðaru hæddini, har hann eisini sá stóran knív í skuffu í einum skápi, sum løgreglan ikki heldur hevur tryggjað, ella kannað.

Grein úr Oyggjatíðindum,  5. desember 2014:

Hendan keldan, sum fyribils eisini vil vera dulnevnd, sigur, at vit í blaðnum, ikki hava rætt í, at onki hendi frá mánadegnum 7. November 2011, til 17. November 2011. Hann hevur vaolt at geva okkum tíðir fyri, hvat hendi í byrjanini, og sær hansara loggur sostatt soleiðis út:

Piddi bleiv saknaður mánadagin 07-11-2011, og útvarpið hjá KVF eftirlýsti hann týskvøldið kl. 18. Leygardagin 12.11.2011 Svímar Milan frammanfyri formonnum í kantinuni á Bakkafrost.

Verður sendur á LSH við sjúkrabili. Kl. 14.00 og Kl. 16.00 er nógv løgregla í økinum hjá Bakkafrost. Kl. 13.30 hendan leygardagin, avblæsir løgreglan leitingin eftir Pidda. Men Kl. 18.00 lýsur Skálafjarða Sløkkilið í ÚF, at fólk sum vilja leita eftir Pidda, kunnu møta við høllina í Runavík. Týsdagin 15.11.2011 verður Milan handtikin á LSH.

So teir 10 daganir eru ikki rættir í greinini. Vinir hjá Pidda vóru inni í húsinum náttina til mikudag tann 9-11-2014, vísir keldan eisini á.

Vit síggja her, at løgreglan ger eitt sprell aftaná at Milan svimar og endar á Landssjúkrahúsinum, og tað er stórt sæð alt, sum løgeglan vísir áhuga fyri, líka til 17. November 2011, tá løgreglan av álvara gerst partur av leitingini eftir Pidda, men rætt er, at onnur hava víst størri áhuga enn løgreglan.

Pannan hevur verið søgd at vera drápsvápnið, men tað trýr okkara kelda tó ikki, men pannan kann saktans vera brúkt til at sláa Pidda í sovikamarinum, so so hann er svímaður, og drigin niður í klarranan, og har helst er stungin við knívi, tí er tað eisini undir alt lágmárk, at løgreglan ikki hevur tikið stig til at kanna, stóra knívin, sum er funnin í skuffuni í kjalaranum, og helst liggur har enn, um ikki onkuur hevur tveitt hann burtur.

Men løgreglan eigur at vita hvør hevur havt atgongd til húsini síðani mánadagin 7. November 2011, og til dagin í dag.

Nakað, sum vitni hevði hoyrt frá triðjapersóni var, at vitnir høvdu sæð Milan og ein annan persón, brent klæðir og annað, mánadagin 7. 11. 2011, men tað ber ikki til, sambært kelduni, tí har er einkultur ketil. Havi verið í húsinum eftir brotsgerðina, so eg veit hvussu, tað sær út inni har, vísir keldan á.

Men keldan sigur, at tað er meira trúligt, at blóðdálkaði klæðir og annað, kann vera ruddað upp í sekkir, og burturbeint, tí løgreglan hevur ongan dent lagt á at tryggja prógvini í húsinum, heldur keldan.

Her eru nógv undarlig ting í hesari gøluni, sum má koma fram, sigur maðurin, sum undrast yvir, at løgreglan ikki tryggjaði prógvini í húsinum.