Ikki bara breyt løgmansstjórin fyrisitingarlógina, tá hon ikki helt orð mótvegis Leivi Harryson, ið tók uppsøgnina aftur. Hon er eisini í familju við Kalsø, sum vildi sleppa av við aðalstjóran...
Í seinastu viku avdúkaðu vit her á blaðnum, at tað ikki er so líka til, at lata Poul Gert Hansen, yvirtaka aðalstjórastarvið hjá Leivi Harryson í Mentamálaráðnum, tá hann er svágraður við Andras Mortensen, sum er stjóri fyri Søvnum Landsins, ið ikki telur færri enn fimm stovnar undir Mentamálaráðnum, og eina rúgvu av starvsfólkum.
Nú er so eisini tað komið fram, at støðan hjá løgmansstjóranum, Marjuni Hanussardóttir, ikki sær serliga gott út, tí hon hevur sett fyrisitingarlógina til síðis fyri at ganga kravinum hjá Bjørn Kalsø, um, at sleppa sær av við Leiv Harryson. Tað sær heldur ikki gott út, tá løgmansstjórin so haraftrat …
Almennu umberingarnar hjá løgmansstjóranum eru ikki serliga kompententar heldur. Hon sigur grundgevingina fyri, at hon ikki tók til eftirtektar, at Harrysson, hevði tikið sína umsókn aftur, vera, at Leivur hevði sagt seg vera í móti at taka av aðalstjórastarvinum í Heilsumálaráðnum, men hesa umberingina kann hon á ongan hátt brúka.
Leivur Harryson, hevði eina klokkuklára avtalu við løgmansstjóran um, at hann kundi fáa sær ráðgeving, og venda aftur ásetta klokkutíð. Hann vendi eisini aftur til løgmansstjóran 45 minuttir áðrenn evstamark, og tók uppsøgnina aftur…
---
Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.
Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html