Løgmansskrivstovan og Uttanríkisráðið eru nú løgd saman

Løgmaður hevur skipað Løgmansskrivstovuna av nýggjum, nú Uttanríkisráðið við sendistovum er lagt saman við Løgmansskrivstovuni.


Løgmansskrivstovan fevnir nú um stjórnartænastu og uttanríkistænastu.


Farið er undir eina miðvísa tilgongd at samansjóða mannagongdir og arbeiðslag til tess at fáa fulla nyttu av tí vitan og arbeiðsorku, ið er tøk á økinum.


Í hesi samanlegging er lagt upp fyri eini skerjing í játtanini uppá umleið 3 mió. kr. svarandi til eina lækking frá 2011 til 2012 uppá umleið 6 %.