Løgmaður til setanina í fólkatinginum í dag

FÓLKATINGIÐ: Fólkatingið verður sett

Løgmaður verður staddur á Christiansborg, tá ið fólkatingið verður sett fyrrapartin í morgin.

Hvørt ár verður fólkatingið sett fyrsta týsdag í oktober. Drotningin og kongafamiljan eru vanliga við til setanina. Eisini flytir forsætisráðharrin fram røðu.

Hósdagin verður røðan hjá forsætisráðharranum viðgjørd í fólkatinginum.