Løgmaður til Reykjavíkar og London

Frá mánadegnum 25. apríl til hósdagin 28 apríl var løgmaður á flaggdagsferð í Íslandi og Bretlandi.

Flaggdagin 25. apríl fór Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til Reykjavíkar, har hann helt røðu á flaggdagshaldinum, sum føroyska sendistovan skipaði fyri. Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, flutti eisini fram røðu á tiltakinum.

Dagin eftir, týsdagin 26. apríl, hitti løgmaður Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran, har tey m.a. umrøddu avleiðingar av krígnum í Ukraina, bæði í mun til vinnu og búskap, men eisini flóttafólk.

Mikudagin 27. apríl var løgmaður staddur í London, har hann m.a. vitjaði í Westminster, har løgmaður hitti limir í Føroyanevndini í bretska undirhúsinum.

Um kvøldið skipaði Sendistova Føroya í London fyri serligum flaggsdagshaldi, har dentur varðr lagdur á bretsku hersetingin í Føroyum undir 2. heimsbardaga. Flaggdagshaldið varð hildið í serligu hølunum, Churchill War Rooms.

Umframt løgmann, ið helt flaggdagsrøðu, greiddi Ivan Hentze Niclasen, kringvarpstjóri, frá týdninginum av bretsku hersetingini  fyri Føroyar. Tónleikarin Jens L. Thomsen førdi fram eitt serligt ljóð- og myndaverk um hersetingina, sum kallast Operation Valentine.