Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen fer á tænastuferð til Brússel, London og Keypmannahavnar í døgunum 22. til 26. apríl.
Mánadagin 23. apríl skal løgmaður á fund við aðalskrivaran í NATO, Anders Fogh Rasmussen. Á skránni verður kunning um áleikandi mál í NATO og samrøða um trygdarpolitisk viðurskifti um okkara leiðir. Seinni mánadagin er løgmaður vertur fyri móttøku á føroysku sendistovuni í Brússel.
Týsdagin 24. apríl hevur løgmaður fund við danska ES kommisserin, Connie Hedegaard. Tey bæði fara serliga at skifta orð um ætlanirnar hjá ES at seta í verk tiltøk ímóti londum, ið eftir ES tykki ikki umsita felags fiskastovnar á burðardyggan hátt. Eisini vitjar løgmaður fiskivinnumessuna European Seafood Exposition, har føroyskar fyritøkur, ið útflyta fisk, taka lut. Tað er Uttanríkistænastan, ið skipar fyri føroysku luttøkuni á European Seafood Exposition í samstarvi við Vinnuhúsið.
Mikudagin 25. apríl er løgmaður í London, har hann m.a. skal undirrita eitt ískoyti til marknaavtaluna, ið varð gjørd millum Føroyar og Bretland í 1999. Marknaavtalan ásetir eitt sonevnt serøki – ella felags øki – har bæði bretsk og føroysk skip kunnu fiska. Ískoytisavtalan ásetir neyvari, hvussu partarnir skulu fara fram viðvíkjandi umhvørviseftirliti á hesi felags leiðini og hon ger tað lættari hjá londunum báðum, um tey seinni vilja áseta sær eitt búskaparøki ella Exclusive Economic Zone (EEZ). Ískoytisavtalan er einmælt samtykt í løgtinginum í fjør vár, sí løgtingsmál nr. 129/2010.
Løgmaður vitjar eisini altjóða sjóvinnufelagssskapin IMO, (International Maritime Organisation), har Føroyar eru atlimur. Somuleiðis fer Statoil at hava framløgu fyri løgmanni um boringina á landgrunninum í summar. Tað er Statoil skrivstovan í London, ið leggur hesa verkætlanina til rættis.** Mikukvøldið flytur løgmaður fram røðu á árliga flaggdagshaldinum, ið verður í bygninginum, har føroyska sendistovan heldur til.
Hósdagin 26. apríl er løgmaður vertur fyri árligu móttøkuni, ið sendistovan í Keypmannahavn skipar fyri. Løgmaður fer at røða fyri gestunum, ið koma frá sendistovum, donskum stjórnarskrivstovum og stovnum, sum føroyskir myndugleikar samstarva við.