Løgmaður svarað fyrispurningum um Skálafjarðartunnilin

Løgmaður hevur í dag svarað í alt 53 fyrispurningum um Skálafjarðartunnilin frá tingfólki hjá Tjóðveldi. Í mongu svarunum verður millum annað staðfest, at Løgmaður ikki var til staðar á fundinum, tá ið sáttmálin um “Break fee” við CIP varð undirskrivaður í Innlendismálaráðnum.


Løgmaður hevur í alt svarað fimm grein 52a fyrispurningum og einum skrivligum fyrispurningi.


Svarini til skrivligu fyrispurningarnar hjá Kristinu Háfoss eru send Løgtinginum í dag. Skrivligi fyrispurningurin verður svaraður í løgtinginum í næstum.


Svarini til grein 52a fyrispurningarnir frá Gunnvør Balle og Høgna Hoydal kunnu lesast við at trýsta á linkin niðanfyri.


http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=10768&PID=10768&NewsID=5383&Action=1