Vit hava nú ferð eftir ferð víst á, hvussu umráðandi tað er, at vit skipa okkara samráðingar við onnur lond av nýggjum, og at vit fáa nógv meira burtur úr teimum. Vit hava víst á, at land og fólk árliga kunnu vinna hundraðtals milliónir krónur meira, um vit fyrireika okkum øðrvísi og betri til hesar samráðingar, sama um talan er um at tryggja okkum veiðurættindi, at býta um rættindi við onnur lond ella at stovna og viðlíkahalda millumlanda handilsavtalur.
Bæði fyri og eftir løgtingsvalið hava vit staðiliga mælt til, at vit í Føroyum bæði gera breiðari og hollari politiskar semjur, og at vit skipa eitt topp-professionelt samráðingartoymi undir okkara uttanríkistænastu, sum við bæði breiðari og djúpari vitan innan allar viðkomandi tættir í fiskivinnu, handli og millumlanda samráðing tryggjar okkara áhugamál.
Tíverri hevur núsitandi landsstýri tó ongan hug at broyta samráðingarpolitikkin. Nýggjasta dømið er ferð løgmans til Íslands fyri stuttum. Løgmaður fór av landinum uttan so frægt sum at ráðføra seg og samstarva við føroysku umboðini í sonevndu Hoyvíksnevndina, sum eru teir tinglimirnir, ið skulu fylgja við samráðingunum landanna millum. Hví samskiftir løgmaður ikki við politisku limirnar í nevndini fyri at kjølfesta felags politisk mál og á tann hátt at styrkja sær samráðingarstøðu sína? Svarið fýkur í vindinum onkustaðni yvir Íslandsrygginum.
Sjálvt um lodnuavtalan landanna millum ikki er beinleiðis partur av Hoyvíkssáttmálanum, so átti løgmaður eisini í tí málinum at roynt at tryggja sær felags stev millum tinglimirnar í Hoyvíksnevndini. Í staðin kemur løgmaður heimaftur úr Íslandi uttan at hava fingið ljóð fyri tí órætti, sum vit føroyingar eru fyri í avtaluni um lodnuna. Hetta er ein avtala, sum er vánalig og beinleiðis í stríð við endamálið um at fáa sum mest úr havsins tilfeingi. Tað, at vit fáa meira burtur úr tilfeinginum er ikki bara onkurt hissini politiskt ynski. Tað er avgerandi fyri inntøkugrundarlag okkara – ja, helst fyri alla okkara vælferð!
Vit hava eisini áður víst á, at Hoyvíkssáttmálin sum heild ikki hevur hildnast okkum væl og at vit eiga at gera upp fyrimunirnar og vansarnar við honum. Úrslitið kann so vísa okkum, um vit skulu siga hann upp ella endurnýggja hann. Tvær brøðratjóðir, sum hava so líkar lívs- og tilverutreytir, mugu hava fullkomna handilsliga javnvág sínámillum. Vit kunnu einki annað góðtaka. Vit hava harafturat víst á tann veruleikan, at meðan føroyingar slett ikki sleppa at eiga í íslendska fiskatilfeinginum, sleppa íslendingar ótarnaðir at eiga í okkara. Soleiðis eru lóggávurnar, men eru tær so hóskandi?
Tað kann tí ikki sigast ov ofta, og verður hervið sagt enn einaferð: Vit mugu og skulu leggja á annan bógv í uttanríkismálum. Eingin innanhýsis ósemja má vera um hesi mál í Føroyum. Vit mugu standa saman um mál og mið. Samráðingarnar við onnur lond mugu skipast av nýggjum. Politiska samanhaldið og professionella samráðingartoymið eru lyklarnir.
Poul Michelsen
løgtingsmaður og limur í Hoyvíksnevndini