Løgmaður hevur vakið eyga við gegninum hjá landsstýrisfólkum

Skriv frá Løgmansskrivstovuni:


Samgongan hevur sett sær fyri, at sum mest av makreli kemur uppá land í Føroyum.


Í fjølmiðlunum verður róð fram undir, at hesin politikkur skapar ein gegnistrupulleika, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er svágdur við ein reiðara og virkiseigara. Løgmaður ger í hesum sambandi greitt, at møguligir gegnistrupulleikar í landsstýrinum vera tiknir í størsta álvara. Í hesum málinum hevur løgmaður ikki enn nakað gegnismál at fyrihalda seg til.


Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í nøkrum førum mett, at hann er ógegnigur í sambandi við ítøkilig mál, sum hava verið til viðgerðar í Fiskimálaráðnum. Eisini aðrir landsstýrismenn hava mett seg ógegnigar í málum, sum hava verið til viðgerðar í teirra stjórnarráðum. Í slíkum málum hevur løgmaður annaðhvørt tikið yvir politisku og fyrisitingarligu ábyrgdina ella flutt hesa til annan landsstýrismann.


Løgmaður bað 23. november 2011 landsstýrismannin í fiskivinnumálum um eitt yvirlit yvir mál á hansara øki, har spurningur kann setast við gegnið. Løgmaður væntar at fáa hetta yvirlitið ein av komandi døgunum, og tá hevur løgmaður eitt grundarlag at halda seg til.


Viðvíkjandi tíðindunum í Degi & viku hóskvøldið 5. januar 2012 sigur løgmaður: “Tíðindini í Degi & viku høvdu ta fortreyt, at talan bert verður um ein keypara, sum kemur at taka ímóti makreli í ár. Hesa fortreyt kenni eg einki til. Samgonguskjalið leggur upp til, at sum mest av fiski skal koma uppá land í Føroyum fyri at tryggja m.a. føroysk arbeiðspláss. Tí verður avgjald lagt á avreiðingar, sum ikki fara um føroyskan bryggjukant. Føroysk móðurskip eru undantikin hesum kravinum og roknast má við, at eisini í 2012 verður talan um at loyva móðurskipum at taka ímóti makreli, sum verður fiskaður undir Føroyum.”