Løgmaður greitt sambandsveljarum í Eysturoy frá um ríkisfelagsskapin

Tíðindaskriv frá Samhald, veljarafelag sambandsfloksins í Eysturoy:


Á eykaaðalfundi hjá Samhald fríggjakvøldið staðfesti løgmaður og formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Holm Johannesen, at hann ongar ætlanir hevur um at broyta stevnuskrá og grundvøll Sambandsfloksins.


Tey úttalilsir um ríkjafelagsskap og einar sjálvstøðugar Føroyar, ið eru komin frá honum sum formanni, kunnu í ávísum førum misskiljast og eru í fleiri førum vorðin yvirtulkað. Broytingar og menning av Ríkisfelagsskapinum merkir ikki í hugaheimi løgmans, at vit skulu loysa - tað merkir, at vit muga taka ábyrgd og fyrireika okkum uppá framtíðina og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.


Víðari viðgerð av neyðugum broytingum og tillagingum í Ríkisfelagsskapinum skulu fyrst og fremst verða innanhýsis í Sambandsflokkinum, staðfesti løgmaður.


Eftir drúgt og konstruktiv orðaskifti var fundurin samdur um, at neyðugt er allatíðina hjá Sambandsflokkinum at arbeiða fyri einum tíðarhóskandi ríkisfelagskap í samsvar við stevnuskrá og nýskipanaruppskoti floksins.


Í nevndini sita nú:


Johan Petersen, form.


Hans Kr. A. Abrahamsen, næstform.


Tummas Eli H. Joensen, skrivari


Hans Petur S. Djurhuus, nevndarl.


Jan Abrahamsen, nevndarlimur


Jarmund Kruse, nevndarlimur


Jógvan I. Olsen, nevndarlimur


Mikael Dalbø, nevndarlimur


Niklas Foldbo, nevndarlimur


Oddur Ejdesgaard, nevndarlimur


Olga Magnussen, nevndarlimur


Sámal P. Petersen, nevndarlimur


Sighvatur Sighvatsson, nevndarl.


Eiler Lamhauge, tiltakslimur


Ólavur Thomsen, tiltakslimur