Løgmaður á vinnuferð til Grønlands

Í dag, mánadagin 15. apríl fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen á vinnuferð til Grønlands.


Týsdagin 16. apríl setur løgmaður eitt vinnu seminar í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk fyri grønlendsk og føroysk vinnulívsfólk. Vinnuhúsið og Grønlendska arbeiðsgevarafelagið skipa fyri seminarinum.


Hósdagin 18. apríl skal løgmaður á fund við vinnumálaráðharran, Jens-Erik Kirkegaard og Miiti Lynge, ráðharri fyri bústaðir, náttúru og umhvørvið, og varaforkvinna í Naalakkersuisut.


Á ferðini vitjar løgmaður eisini grønlendskar fyritøkur. Løgmaður verður aftur í Føroyum fríggjadagin 19. apríl.