Løgmaður á ST-aðalfund

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fer mánadagin 24. september til New York, har hann skal luttaka á árliga aðalfundinum hjá Sameindu Tjóðum.


Í sambandi við ST-aðalfundin skal løgmaður eisini á fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara at umrøða handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland.