Løgmaður á ráðharrafund í Arktiska Ráðnum og á norðurlendska arbeiðsmarknaðarráðstevnu

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen luttekur á ráðharrafundi í Kiruna 14. og 15. mai saman við uttanríkisráðharrunum í limalondunum í Arktiska Ráðnum. Á skránni fyri fundin er m.a. undiritan av arktiskari samstarvsavtalu um oljutilbúgving.


Tann 16. mai luttekur løgmaður á arbeiðsmarknaðarráðstevnu í Stokkhólmi saman við norðurlendsku forsætisráðharrunum. Evni fyri ráðstevnuna er ungdómsarbeiðsloysi.


Løgmaður verður aftur í Føroyum 17. mai.