í dag hevði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fund við danska ES kommisserin í veðurlagsmálum, Connie Hedegaard. Á skránni fyri fundin vóru ætlanirnar hjá ES at seta í verk tiltøk ímóti londum, ið eftir ES tykki ikki umsita felags fiskastovnar á burðardyggan hátt - herímillum Føroyar.
Løgmaður hevði fingið fundin í lag av tveimum orsøkum:
1) Um tað einaferð kemur hartil, at ES fer at seta tiltøk í verk, so verður tað ES Kommissiónin, ið fer at standa fyri hesi tilgongdini, og 2) Connie Hedegaard er kommisserur í verðurlagsmálum, og hevur tískil fortreytir fyri at skilja, at broytta ferðingarmynstrið hjá makrelinum í Norðurhøvum m.a. kann skyldast broyttum veðurlagsumstøðum.
Á fundinum legði løgmaður áherðslu á, at Føroyar ynskja, at makrelstovnurin verður umsitin burðardygt, og at veiðan hjá strandalondunum sum frálíður má tillagast vísindaligu tilráðingunum. Løgmaður vísti á, at tá ið ES og Noreg standa fyri áleið 90% av samlaðu makrelveiðuni, so er torført at siga, at tað eru eitt nú Føroyar, ið ikki fiska burðardygt.
Connie Hedegaard heitti á løgmann, um at greiða sær frá, hvussu ósemjan um makrelin sær út úr einum føroyskum sjónarhorni. Løgmaður greiddi í hesum sambandi frá broytta ferðingarmynstrinum hjá makrelstovninum og at Føroyar tískil hava sagt gomlu avtaluna upp. Føroyar eru til reiðar at tingast um nýggja avtalu, men hetta má gerast út frá broyttu náttúruumstøðunum - ikki eini tvíhaldan um eina gamla avtalu. Tað er bæði órímiligt og órættvíst.
Connie Hedegaard upplýsti, at ES lógin, ið skal heimila tiltøkum ímóti londum, sum ikki umsita fiskivinnu á burðardyggan hátt, er ein almenn lóg, ið sum so einki hevur við Føroyar at gera. Hóast ósemjan um makrelin er viðvirkandi til, at lógin kemur nú, so skal lógin eisini skiljast í tí samanhanginum, at ES londini hava gjørt nógv fyri at endurskoða felags fiskivinnupolitikkin, m.a. fyri at tryggja burðardygga umsiting av fiskastovnum.
Løgmaður og Connie Hedegaard eru samd um, at tað besta, ið kann henda í makrelmálinum, er at strandalondini finna eina semju við samráðingarborðið.
Løgmaður staðfesti, at Føroyar leggja stóran dent á, at partarnir í felag finna eina semju. Í hesum sambandi heitti hann á Connie Hedegaard um at bera tann boðskap til starvsfelaga sín, Mariu Damanaki kommisser í fiskivinnumálum, at ES eigur at leggja størri dent á at samráðast og tosa minni um handilstiltøk. Slík tala er hvørki eggjandi ella konstruktiv, um endamálið er at finna eina loysn á makrelósemjuni.
Connie Hedegaard segði, at hon skilti boðskapin, ið hon vildi bera víðari til starvsfelaga sín.