Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen hevur í dag verið á fundi saman við Altjóða Oyggjaleikanevndini. Á fundinum greiddi Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, frá ynskinum og møguleikanum fyri, at Føroyar skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019. Landsstýrismaðurin í mentamálum og borgarstjórin í Tórshavn luttøku eisini á fundinum.
Altjóða Oyggjaleikanevndin vitjar í hesum døgum í Føroyum og heldur her sín várfund og kunnar seg samstundis um ymisk viðurskifti í sambandi við, at Føroyar hava víst áhuga fyri at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019. Ítróttasamband Føroya er vertur fyri vitjanini.
Í samband við, at Føroyar hava søkt um at verða vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019 sigur løgmaður:
“Mín vón er, at tað fer at eydnast okkum at fáa møguleika at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019 − 30 ár eftir at leikirnir vórðu hildnir í Føroyum. Oyggjaleikirnir hava havt stóran týdning fyri menningina av ítróttini í Føroyum. Sum samfelag kunnu vit eisini fáa stóra gleða og nógvar ágóðar av at vera vertur fyri Oyggjaleikunum. Leikirnir kunnu menna føroysku ferðavinnuna og virka fyri, at enn tættari bond og samstørv verða knýtt millum oyggjaleikatjóðirnar. Mítt inniliga ynski er, at vit í 2019 kunnu bjóða túsundtals oyggjaleikagestum vælkomnum.”