Løggilding er veitt til vatnveitingina á Sandi

Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
 
Við hesum mannagongdum fer tað, sum frá líður at hava við sær, økta trygd fyri drekkivatninum til borgararnar.
 
Á myndini sæst frá vinstru: Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi og Elsba Danielsen, Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Íalt eru nú veittar 8 løggildingar til kommunalar vatnveitingarskipanir. Yvirlitið sæst á hesari slóðini.