Lógartænastan eftirkannað 234 uppskot

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 234 uppskot í løgtingsárinum 2020. Tað er tíðarskeiðið frá 29. juli 2020 til 28. juli 2021.

Lógartænastan eftirkannaði 93% av uppskotunum innan 5 dagar, og 99% av uppskotunum innan 8 dagar.

Eisini í tingárinum 2020 var neyðugt við fleiri Covid-lógum og kunngerðum. 14 løgtingslógir, 14 kunngerðir og 13 bekendtgørelser vórðu sett í gildi, sum høvdu við farsóttina at gera. Lóggávan fevnir um ymisk hjálparátøk og tillagingar orsakað av smittuni. Talan er um lóggávu, sum er sett í gildi eitt avmarkað tíðarskeið. Tí hevur í nøkrum førum verður neyðugt at leingja um gildi á lóggávuni, og í øðrum førum at gera nýggja lóggávu, tá ið ein eldri lóggáva er farin úr gildi.

Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2020, sum Lógartænastan gevur út.

“Hetta er sjeynda ársfrágreiðingin um eftirkanningar hjá lógartænastuni. Endamálið er at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði, at siga frá okkara royndum, og hvussu eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast,” sigur Nella Festirstein deildarstjóri á Lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin vísir millum annað á, at ov nógv uppskot hjá landsstýrinum framvegis ikki verða løgd á almenna ummælisportalin. Lógartænastan heitir tí á stjórnarráðini um at minnast til, at øll uppskot hjá stjórnarráðunum eisini skulu leggjast á ummælisportalin, umframt at stjórnarráðini senda uppskot beinleiðis til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum.

Sum høvuðsregla eiga uppskot at verða send til ummælis í 4 vikur. Ársfrágreiðingin vísir, at ein triðingur av øllum uppskotunum hava havt tilmæltu ummælistíðina upp á 4 vikur. Hetta er ein framgongd í mun til tingárið 2019, tá ein fjórðingur av uppskotunum høvdu tilmæltu um­mælistíðina. Hetta er avgjørt ein bati, men tó ikki nøktandi. Í ársfrágreiðingini sæst eisini, at eins og fyri tingárið 2019 er tað framvegis ein knappur triðingar av øllum uppskotunum, sum ikki hava havt nøktandi ummælisfreist. Orsøkirnar eru ymiskar, men lógartænastan mælir stjórnarráðunum til at leggja seg eftir í minsta lagi at hava eina ummælisfreist uppá 14 dagar.

Lógartænastan eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið ella kunngjørd. Hetta inniber øll uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli, samtyktar, kunngerð, rundskriv, leiðbeining, bekendtgørelse, lovbekendtgørelse og anordningsbekendtgørelse.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.