Loftmiðlavaldið hittir góðtikna skaldið

Eftir John S. Myllhamar:


Um loftmiðladyrnar skøldini spáka


dagliga við journalistarnar gáka.


Har eiga teir gongd hvørja viku


at geva teim oyrafiku,


sum ikki higar sleppa


teir at teppa.


Í Vørðslu og Svartadýki


 - mentanarríki –


teir úr sær oysa


og froysa.


Skaldskapur dyggur snýr seg um feltið


á kalli og konu niðan beltið


Tað, út hiðan kemur


skaldakapin fremur;


slíkt er mentan,


ið ger ein spentan.


Um høvd og heila, teir ei tíma yrkja,


hvønn kann tað styrkja?


Høvundin vitur kryddar á leiðum


sín skaldskap við blótan og eiðum


Loftmiðlagóðkenda skaldið spyr:


Tú miðlamaður, hvat gera vit galið


í fjølmiðlasali?


Tú inn mær her beyð


tí at eg var reyð’


viku og dag,


upp í slag.


Her hava vit Ó-ir lisið og skrála,


hin Gráa við bannan á bróstið málað.


Prestigan er úss


- kaffikrúss


Loftmiðlagóðkendi jorurnalisturin svarar:


Vit kunnu ei týna, men teir ignorere,


ið øðrvísi gera.


Fjórða valdið ei mótleik má fáa


tá sleppa vit ikki eina at ráða


og sáða.


Hugsjónum øðrum vit burtur halda


tær mugu ei valda.


Vit klekja bert tingfólk til eina flokkin,


vár sigur er rokkin,


tá fábroytni vit hava fylt uppí knokkin.


Um ljóðtak at grípa vit bert vilja hava


frøðingarnar frá apunum stava.


Við tvingsli vit lønina til okkum kráma


frá borgarum smáum, ið illa tað dáma.


Loftmiðlagóðkenda skaldið sigur:


Um ljóðtakið altíð vit eiga,


tað kann ei vár skaldskap útbreiða


So smáliga gongur at selja,


fjøldin vil okkum frávelja.


Lítið av várum lyrikki og prosa


finst í jólamansposa


Tað “frælsa” bókmentalyndi


ligið skuldu ovast á tindi


Hvat baðir?


Hvat ræðir?


Eg eri um ein háls,


men slái meg til tols:


Lesa tey ikki mítt,


má fólkið vera býtt.


J. S. M.