Loft á elprísum seinkar menning av gløggneti

Svensku elnetfeløgini sleppa ikki longur at hækka elprísirnar so nógv, sum tey ynskja.


Eftir fleiri kærur frá elkundum, sum hava skift elfeløg til tess at minka um elútreiðslurnar, hevur almenna svenska Elveitingareftirlitið tikið avgerð um, at eftirlitið nú skal gera av frammanundan, hvussu nógv netfeløgini kunnu hækka sínar prísir.


- Talan er um eina rættiliga stóra broyting í mun til frammanundan. Nú skulu netfeløgini søkja um príshækkingar hjá Energimarknadsinspektionen og fáa tær góðkendar, áðrenn tær kunnu leggjast út á kundarnar, sigur Yvonne Fredriksson, stjóri í EI, sambært Ny Teknik.


170 netfeløg


Í vár søktu tey 170 netfeløgini í landinum um loyvi at økja samlaðu inntøkurnar til 183 miljardir svenskar krónur næstu fýra árini. Hetta eru 51 miljardir meiri enn tey høvdu í inntøkum í seinasta fýra-áraskeiðnum - ein vøkstur upp á 39 prosent.


Men nú hava feløgini fingið at vita, at samlaðu inntøkur teirra næstu fýra árini í mesta lagi kunnu vera 150 miljardir krónur samanborið við 132 miljardir fyri árini 2006-2009 – tvs. ein vøkstur upp á "bert" 14 prosent.


Fer at seinka neyðugum íløgum


Hetta er fallið í ringa jørð hjá áhugafelagnum hjá netfeløgunum, Svensk Energi, sum stúrir fyri, at avgerðin fer at seinka neyðugum íløgum í elnetið.


Ein av avleiðingunum verður, at menningin av gløggnetinum (smart grid) steðgar upp. Hetta kann fáa týdning bæði fyri útbyggingina av vindorkuni og møguleikunum hjá egin-el-framleiðarum at selja avlopsstreym inn á netið, sigur Svensk Energi.


- Vit kunnu ikki loyva okkum at leggja ábyrgdina av at nútíðargera elnetið á komandi ættarlið, sigur ein ikki sørt vónsvikin stjóri í Svensk Energi, Kjell Jansson, sambært Ny Teknik


Kelda: www.sev.fo