Ljóstrevjar í trøini við Vaglið

Í ár verða tríggjar nýggjar og stórar ketur hongdar upp í trøini við Vaglið aftrat teimum, sum longu hava fingið ljós.


Talan er um langar ketur við 575 ljósum í hvørjari, sokallaður ”fipuroptikkur”, sum eru sera bíligar í rakstri. Ein tílík keta brúkar einans 75 watt.


Tríggjar tílíkar ketur eru frammanundan og í ár koma sum sagt tríggjar aftrat. Tað tekur langa tíð at hongja tær upp, men tá tað eru uppkomnar, so verða tær hangandi!


Kelda: www.torshavn.fo