LIVE: Edmund Joensen spyr stjórnina um trygd fyri føroyskari uppsparing

Júst nú er orðaskifti í Fólkatinginum um lógaruppskotið, sum ber í sær, at ávísir føroyskir peningastovnar við serliga stórum týdningi fyri samfelagið gerast sonevndir SIFI-bankar.


Sambandsflokkurin á Christiansborg tekur undir við lógaruppskotinum.


Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, tekur lut í dagsins orðaskifti og fer m.a. at seta vinnumálaráðharranum, Henrik Sass Larsen, týðandi spurningar um innskjótaratrygdina í framtíðini.


Innskjótaratrygdin er skipanin, har ið hvør einstakur bankakundi hevur trygd fyri sínum innistandandi upp til 750.000 kr.


Av tí, at Føroyar eru við í felags fíggjarskipanini í Ríkisfelagsskapinum, eru allir føroyskir uppspararar fevndir av tryggu skipanini fyri uppsparing.


Edmund Joensen vil mótvegis vinnumálaráðharranum tryggja sær, at føroyingar og grønlendingar ikki verða verri stillaðir enn onnur í ríkinum, um so er, at Danmark gerst partur av sonevndu Bankauniónini hjá ES.


Orðaskiftið í Fólkatinginum verður varpað beinleiðis á internetinum á hesi slóð: http://www.ft.dk/webtv/video/20131/salen/57.aspx