Liva frameftir - lær aftureftir

Tann, ið ikki kennir søguna, ger ofta óneyðug og til tíðir álvarsom mistøk og hevur ofta trupult við at vísa nýggjar slóbrótandi og gevandi leiðir.


Hetta rann mær í huga, nú eg ein dagin , ein lokalpolitikari við sorg vísti á støðuna á staðnum og minti á farna tíð, tá flakavirki vóru á nærum hvørjum tanga.


Fara vit longur aftur í tíðina, so vóru uml. 10.000 fiskimenn móti uml. 1500 í dag. Skulu vit sostatt endurskapa fortíðina ella skulu vit bróta upp úr nýggjum? Svarið er einfalt, og valdu politikararnir eiga at ganga á odda. Tað er tað, teir eru valdir til at gera.


Og var so alt nógv betur fyrr í tíðini?


Fyri tað fyrsta, so er ein gomul og vælprógvað sannroynd, at teir 'góðu, gomlu dagarnir' eru ein illusión, sum minni okkara manipulerar til veruleika við eini kraftigari burteliminering av tí illa, soleiðis at bert teir góðu partarnir standa eftir. Fyri tað næsta, so er fortíðin farin og kemur aldrin aftur. Ein politikari eigur allarminst av øllum at gráta yvir at tíðin við tíðini gerst fortíð. Tað er fullkomuliga meiningsleyst. Onkur aktivur og visionerur eigur í slíkum føri at avloysa hann, ongantíð ov skjótt.


Men tað, sum vit í mongum førum eru vitni til, er , at fullkomuliga visiónsleysir breyðpolitikarar, ið ofta ikki klára at loysa egnu trupulleikar, nýta politiska rúmið til at fremja egin áhugamál, meðan fólkið skal gjalda idiotiið og misnýtsluna og siga takk afturfyri. Einasta visiónin er vorðin egni peningapungurin.


Men so leingi ein meiriluti í fólkinum góðtekur, at so er, so mugu vit øll finna okkum í tí.


Eftir øllum at døma, so finna fleiri og fleiri individuellar loysnir og búsetast í øðrum londum - einamest í Danmark. Hetta er væl skiljandi, sjálvt um tað er sera harmuligt og - upp á sigt - sera skaðiligt fyri land og fólk.


Kanska áttu vit at hugt frameftir - men lært aftureftir, so høvdu vit møguliga kunnað funnið haldgóðar loysnir. Men vilja vit tað?


Dagfinnur Danbjørg.