LÍV selt og avhendað

Tá ið góðkenning er fingin frá eftirlitunum, er helmingurin av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging seldur og avhendaður og hin helmingurin latin Ognarfelagnum Lív.


Tilgongdin við at selja Føroya Lívstrygging er komin at enda, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur undirskrivað sølusáttmála og avhendingarskjal saman við keyparunum.


- Loksins eru vit komin hartil, at málið er avgreitt, og tað fegnist eg um. Bíðistøðan, LÍV hevur verið í, er endað, og nú ber til hjá felagnum at koma víðari við sínum virksemi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum.


Sølusáttmáli og avhendingarskjal eru treytað av góðkenning Tryggingareftirlitsins og Kappingareftirlitsins. So títt og knapt hesi loyvi eru fingin, fáa nýggju eigararnir síni partabrøv.


Ein bólkur av fakfeløgum, S&K-felagið, Starvsmannafelagið, Pædagogfelagið, Handverkarafelagið og Maskinmeistarafelagið, hevur síðan mai mánaða samráðst við Vinnumálaráðið um keyp av 50 % av partapeninginum í Føroya Lívstrygging, ið var boðin út til sølu ársskiftið 2010/2011.


Sølan er heimilað í lóg frá 2006 um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging. Í somu lóg er ásett, at Ognarfelagið Lív við søluni fær hini 50 % av partapeninginum.