Valskúlin, sum heldur til í Skúlanum á Ziskatrøð og fevnir um allar 10. flokkarnar í Norðoyggjum, hevði í farnu viku eina sonevnda listaviku, har næmingarnir burturav royndu seg fáa høvi at royna seg í málingalist, myndlist, smíð, sniðgeving og seyming.
Í málningalist hevur skúlin heitt á listamenninar Archibald Black og Helga Midjord um at leggja lag á undirvísingina.
Í myndlist er tað Eyðbjørn Jacobsen sum er lærari, ið eisini er hollur myndamaður. Í smíð eru tað Ólavur Sjúrðarberg og Tummas Joensen og húsavørðurin Gert W. Jensen, sum undirvísa og í sniðgeving og seyming er tað Marita Sigurdardóttir, sum er lærari, har ymisk pløgg verða seymað til prýðilig klæðir.
Í smíðtímunum hava næmingarnir gjørt lampur, knívar, ymiskt úr horni og modellskip.
Tað var nógv prát og gott lag á øllum næmingunum, tá ið vit vóru framvið á vitjan. Næmingunum dáma væl handaligu fakini, har sanniliga eisini ber til at royna hugflogið – og tað høvdu teir gott.
Kelda: www.klaksvik.fo