Listargávan handað drotningini

Fyrrapartin í dag handaði umboð fyri Løgmansskrivstovuna Margrethu drotning gávu frá Landsstýrinum og Løgtinginum í kongshúsinum í Keypmannahavn. Gávan, ið er ein málningur av Edward Fuglø, verður latin í samband við, at tað í ár eru 40 ár síðani hon tók við sum drotning.


Myndevnið í málninginum snýr seg um tætta sambandið millum drotningina og Føroyar. Drotningin verður lýst sum ein drotning úr fornsøgunum. Sum í kvæðum, søgnum og ævintýrum verður drotningin fylgd av sínum trúføstu fylgisveinum, í hesum føri átjan djórum, fyrst og fremst fuglum, ið ímynda oyggjarnar í Føroyum.


Edward Fuglø greiddi drotningini frá listaverkinum. Heitið á málninginum er Fuglar og so villini djór tey vóru henni kunn, og drotningin kendi ørindið aftur frá Sjúrðakvæðinum.


Drotning Margretha var fegin um gávuna og helt málningin vera áhugaverdan. Henni dámdi væl málningin og stílin í málninginum.