Í sambandi við mentanarnáttina í Havn fríggjadagin 8.juni verður aftur í ár skipað fyri listarundferð á Kongabrúnni og samstundis verður løgd fram ein lítil bók við heitinum "Tjúgu trygg valaverk", sum Kinna Poulsen hevur skrivað og sum Tryggingarfelagið Føroyar gevur út. Hugskotið til bóklingin kom á mentanarnáttini síðsta ár, tá Kinna Poulsen varð biðin um at vísa fram list hjá Tryggingini og greiða frá henni. Tiltakið eydnaðist sera væl, áhugin var stórur og saman við góðum fólkum á Tryggingini varð sett ferð á eina tilgongd til tess at fáa tey góðu verkini fram í ljósið og m.a. í nýggjar rammur. Mentanarnáttina hava fólk høvið at uppliva úrslitið og at fáa eitt ókeypis eintak av bókini. Reyðu kvinnumyndina á permuni eigur Tróndur Patursson. Oda Andreasen hevur samskipað, Dánjal Jacobsen hevur sniðgivið og Fotostudio við Per á Hædd tók fotomyndirnar.
Kut úr bókini:
"Er myndin av Tinganesi lítil í vavi, tess meira stórsligin er hon í listaligari dygd. Í mun til yngri myndir hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005), er lítla myndin av Tinganesi figurativ og rættiliga statisk. Í litum er hon skipað út frá meginregluni um mótsetningslitir, sum lærarin hjá Ingálvi av Reyni, Axel Jørgensen gekk høgt uppí á akademinum og sum tað sambært Ingálvi sjálvum tók nógv harrans ár at koma burtur úr aftur. Ingálvur av Reyni var sum kunnugt serstakliga sjálvatfinningarsamur og helt, at hann var ov lítið sjálvstøðugur árini aftaná akademiútbúgvingina. Men hyggja vit at myndini av Tinganesi, kunnu vit staðfesta, at hon bæði í litum og bygnaði er ein serstakliga væl eydnað ungdómsmynd, sum gevur ábendingar um, at avvarðandi listamaður er framúrskarandi koloristur..."
"Henda perlan av eini bygdalýsing er dømi um hvussu stóran týdning franski listamaðurin Paul Cézanne hevur havt bæði fyri avvarðandi listamann og fyri føroyska list. Tað er serliga málihátturin í himmalhválvinum, sum rættiliga neyvt líkist máliháttinum hjá Cézanne. Zacharias Heinesen var millum teirra, sum gingu á listaskeiði hjá Cézannefjepparanum og týdningarmikla listaformidlaranum Jack Kampmann...."
"Føroysk list er sum heild meir sansandi enn greinandi við sterkum litum í pastosum myndum, og listin hjá Tróndi Patursson (1944) er einki undantak í so máta. Fyri hann hevur tað sansaliga sentralan týdning. Hetta sæst allan vegin í gjøgnum hansara verk frá teimum monokromu blóðreyðu, gulu, bláu ella grønu myndunum við krunkasvartari, kalligrafiskari átekning, sum vit kenna frá hansara hond. Aftur og aftur roynir hann at endurskapa stóru kensluna av kosmos, sum hann fekk á søguligu ferðunum við Tim Severin yvir um hav, tá hann lá niðast í bátinum og kendi megina frá tí stóra veraldarhavinum streyma í gjøgnum kroppin. Tað sansaliga og spontana var sanniliga eisini í fokus í tí fantastiska vertshúsinum, sum hann prýddi fyri Restorffs Bryggjarí. fyri nøkrum árum síðani, har rúmini vóru málað í hansara sterku litum og har barrin, prýðislutir og lampur vóru úr málaðum glasi..."
"Júst á sama hátt sum Ingálvur av Reyni var tað, er eisini Rannvá Kunoy (1975) listakvinna framman fyri síni egnu tíð. Tað vóru sostatt nógvir áskoðarar, ið høvdu ilt við at fata hennara myndir á framsýningini í Norðurlandahúsinum í 2010, har m.a. hendan myndin, Sufferer hekk. Hetta er eisini ein í føroyskum høpi sera øðrvísi mynd, sum at síggja til er at líkna við ein stóran, ófantaligan ljósareyðan blett, ið breiðir seg um snjóhvíta løriftið. Men fyri tann tolna og áhaldandi áskoðaran, er tað eins og bletturin savnast til eina portrettmynd..."