List á Skipanesi

Ungi listamaðurin Jógvan Andreas á Brúnni hevur listaframsýning á Skipanesi.


Latið varð upp fríggjakvøldið 28. okt., kl. 19.00 og verður opið einar 14 dagar.


Hugnaligu húsini í Grótinum verða nýtt til framsýningina. Listamaðurin er ættaður úr Fuglafirði og hevur tilknýti til Skipanes. Hann hevur teknað og málað nógv, og hevur havt fleiri framsýningar, eina í Riberhúsi, fleiri í Keypmannahavn og eina í Smiðjuni í Lítluvík.


Hann hevur útbúgvið seg bæði í Danmark og í London á tí listarliga økinum.


Kelda: www.runavik.fo