Lisitatiónsúrslit: Uppseting av anodum á havnini á Krambatanga

LISITATIÓN: Tann 23. apríl 2014 kl. 14.00 var lisitatión á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki í sambandi við arbeiðið at seta anodur upp á Krambatanga. Innkomnu tilboðini eru hesi:


Green Marine Divers


636.750 kr.


Nordic Marine Service


772.500 kr.


Jacob M. Debes


775.000 kr.


SJH Commercial Divers


1.188.114 kr.


Landsverk hevur gingið tilboðini í gjøgnum og fer at seta seg í samband við bíligasta tilboðsgevaran.